byldir

14 versir um "byldir"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 9:9 Onnur Mósebók

Tað skal verða dustskýggj yvir øllum Egyptalandi, og tað skal taka ilt fyri seg og gera seg til svullir, bæði á fólki og fæi, í øllum Egyptalandi.“

5
Triðja Mósebók 13:18 Triðja Mósebók

Fær onkur á húðina svull, ið verður grøddur,

5
Triðja Mósebók 13:19 Triðja Mósebók

men tað so á staðnum, har svullurin var, kemur hvítur knútur ella bleikreyður plettur, so skal hann lata prestin sýna seg.

5
Triðja Mósebók 13:20 Triðja Mósebók

Táið tá presturin hyggur at honum og sær, at staðið tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, og at hárini á tí eru hvítnað, so skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska, ið er brotin út, har sum svullurin var.

5
Triðja Mósebók 13:21 Triðja Mósebók

Men sær presturin, táið hann hyggur at tí sjúka staðnum, eingi hvít hár á tí, og tykist tað ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum, men er bliknað, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar.

5
Triðja Mósebók 13:22 Triðja Mósebók

Breiðir tað seg tá longur út um húðina, so skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska.

5
Triðja Mósebók 13:23 Triðja Mósebók

Men verður hin ljósi pletturin, sum hann var, og breiðir seg ikki, so er tað bert arrið eftir svullin, og presturin skal døma hann reinan.

5
Esaias 38:21 Esaias

Esaias segði, at fikukøka skuldi verða tikin og løgd sum plástur á kýlið, so hann kundi verða frískur aftur.

5
Seinna Kongabók 20:7 Seinna Kongabók

Nú segði Esaias: „Komið við fikukøku!“ Tey fóru so eftir fikukøku og løgdu hana á kýlið. Og hann varð frískur aftur.

4
Job 2:7 Job

So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS, og hann sló Job við ringum svullum líka frá hvirli til iljar.

4
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið

Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.

3
Onnur Mósebók 9:10 Onnur Mósebók

Teir tóku so sót úr ovninum og stigu fram fyri Farao, og Móses kastaði tað upp í loft; og tað tók ilt fyri seg og gjørdi seg til svullir, bæði á fólki og fæi.

2
Fimta Mósebók 28:27 Fimta Mósebók

HARRIN skal sláa teg við svullum Egyptalands, við bruna, skrubbi og útbroti, so tú skalt ikki kunna grøðast.

2
Fyrra Sámuelsbók 5:9 Fyrra Sámuelsbók

Men eftir at teir høvdu flutt hana hagar, kom hond HARRANS yvir staðin og voldi mikla ræðslu; Hann sló fólkið har, bæði smá og stór, so at svullir brutu út á teimum.

2