býir
9 versir um "býir"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 29:7 Jeremias
Latið liggja tykkum á hjarta, at tí býi gongst væl, sum Eg havi herleitt tykkum til – biðið til HARRAN fyri honum! Tí táið honum gongst væl, gongst tykkum væl.
Hebrearabrævið 11:10 Hebrearabrævið
Tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud.
Hebrearabrævið 13:14 Hebrearabrævið
– Vit hava jú ongan verðandi stað her; vit søkja hin komandi.
Hebrearabrævið 11:16 Hebrearabrævið
Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er himmalskum; tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra; Hann hevur jú gjørt teimum stað til reiðar.
Sálmarnir 55:9 Sálmarnir
Eg skuldi skundað mær at leitað mær skjól fyri storminum og harðveðrinum!
Sálmarnir 55:10 Sálmarnir
– Gloyp teimum, HARRI, blanda tungumál teirra! Tí kúgan og ófrið síggi eg í staðnum.
Sálmarnir 55:11 Sálmarnir
Dag og nátt ganga teir rundan um hann á múrunum; óndskapur og vanlukka ráða har inni.
Sálmarnir 107:36 Sálmarnir
har læt Hann hini svongu búgva; tey bygdu bý, sum tey fingu búð í;
Sálmarnir 127:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Sálomo. Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.