bygging
23 versir um "bygging"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 3:9 Fyrra Korintbrævið
Tí vit eru samverkamenn Guds; tit eru akurlendi Guds, bygningur Guds.
Fyrra Korintbrævið 3:10 Fyrra Korintbrævið
Eftir tí náði Guds, ið mær er givin, havi eg sum vísur byggimeistari lagt grundina, og annar byggir á hana. Men ein og hvør síggi til, hvussu hann byggir á hana!
Fyrra Korintbrævið 3:11 Fyrra Korintbrævið
Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.
Fyrra Korintbrævið 3:12 Fyrra Korintbrævið
Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi,
Fyrra Korintbrævið 3:13 Fyrra Korintbrævið
so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna.
Fyrra Korintbrævið 3:14 Fyrra Korintbrævið
Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn;
Fyrra Korintbrævið 3:15 Fyrra Korintbrævið
men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld.
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Matteus 7:24 Matteus
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.
Matteus 7:25 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.
Matteus 7:26 Matteus
Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.
Matteus 7:27 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“
Efesusbrævið 2:19 Efesusbrævið
Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds,
Efesusbrævið 2:20 Efesusbrævið
tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.
Efesusbrævið 2:21 Efesusbrævið
Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum.
Efesusbrævið 2:22 Efesusbrævið
Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!
Sálmarnir 127:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Sálomo. Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.
Orðtøkini 24:3 Orðtøkini
Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest,
Haggai 1:8 Haggai
Farið niðan á fjøllini eftir viði, og byggið húsið! Tað toknast Mær, og tá skal Eg vísa dýrd Mína – sigur HARRIN.
Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.