bústaður / bústaðarviðurskifti
15 versir um "bústaður / bústaðarviðurskifti"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 32:18 Esaias
Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum.
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Sálmarnir 68:6 Sálmarnir
Faðir faðirleysra og verji einkjanna er Gud í heilaga bústaði Sínum.
Esaias 65:21 Esaias
Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra;
Esaias 65:22 Esaias
ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; nei, fólk Mítt skal náa sama aldur sum træið, og hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína.
Sálmarnir 84:3 Sálmarnir
Sál míni leingist, ja, hon tráar eftir forgørðum HARRANS; hjarta mítt og hold mítt rópa av gleði móti hinum livandi Gudi.
Esaias 54:2 Esaias
Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar!
Esaias 54:3 Esaias
Tí tú skalt breiða teg út, bæði til høgru og til vinstru, og avkom títt skal taka fólkasløg í ogn og byggja upp aftur oyddar býir.
Fyrra Krønikubók 4:10 Fyrra Krønikubók
Jabez ákallaði Gud Ísraels og segði: „Á, hevði Tú viljað signað meg og rúmkað landamark míni, latið hond Tína verið við mær og latið tað verðið so, at eingin vanlukka kom, og eg slapp frá øllum, ið svárt* er!“ – Og Gud gav honum alt, ið hann bað um.
Sálmarnir 2:7 Sálmarnir
– „Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: „Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!
Sálmarnir 2:8 Sálmarnir
Bið Meg, so skal Eg geva Tær heidningarnar í arv, og jørðina, so víð sum hon er, at eiga;
Matteus 7:24 Matteus
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.
Matteus 7:25 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.
Matteus 7:26 Matteus
Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.
Matteus 7:27 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“