búskapur
114 versir um "búskapur"
Versir
Síða 3 av 3Orðtøkini 16:20 Orðtøkini
Væl gongst honum, ið gevur orðinum gætur; sælur tann, ið lítur á HARRAN!
Orðtøkini 16:21 Orðtøkini
Tann, sum er vísur í hjartanum, verður kallaður vitigur, og søtleiki varranna eykar lærdóm.
Orðtøkini 16:22 Orðtøkini
Klókskapur er teimum kelda lívsins, sum eiga hann, men straff dáranna er teirra egni dárskapur.
Orðtøkini 16:23 Orðtøkini
Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.
Orðtøkini 16:24 Orðtøkini
Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót.
Orðtøkini 16:25 Orðtøkini
Mong leið tykist manninum røtt – og so er endi hennara kortini leiðir deyðans!
Orðtøkini 16:26 Orðtøkini
Svongd arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí muður hansara koyrir undir hann.
Orðtøkini 16:27 Orðtøkini
Níðingurin grevur vanlukkugravir; tað er, sum eldur hevði brent á vørrum hansara.
Orðtøkini 16:28 Orðtøkini
Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.
Orðtøkini 16:29 Orðtøkini
Yvirgangskroppurin lokkar næsta sín og leiðir hann inn á veg, sum ikki er góður.
Orðtøkini 16:30 Orðtøkini
Tann, ið letur eyguni saman fyri at upphugsa svik, og tann, ið læsir saman varrarnar, hevur longu fullført hitt illa.
Orðtøkini 16:31 Orðtøkini
Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.
Orðtøkini 16:32 Orðtøkini
Hin tolni er betri enn veldigur kappi; størri er at stýra sinni sínum enn at taka ein stað.
Orðtøkini 16:33 Orðtøkini
Í barminum verður luturin ristur, men hann fellur altíð, sum HARRIN vil.