búskapafrøði

88 versir um "búskapafrøði"

Versir

Síða 1 av 2
Seinna Tessalonikabrævið 3:10 Seinna Tessalonikabrævið

Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta.

4
Fyrsta Mósebók 41:33 Fyrsta Mósebók

Nú skuldi Farao valt sær ein skilagóðan og vísan mann og sett hann yvir Egyptaland.

3
Fyrsta Mósebók 41:34 Fyrsta Mósebók

Tað skuldi Farao gjørt, og so sett umsjónarmenn yvir landið og tikið fimtingin av grøðini í Egyptalandi, tey sjey árini ið yvirflóðin verður.

3
Fyrsta Mósebók 41:35 Fyrsta Mósebók

Teir skulu, hesi góðu árini ið koma, savna alt, ið kann duga til føði, og dunga saman korn til føði í býunum – sum ogn Faraos – og ansa eftir tí.

3
Fyrsta Mósebók 41:36 Fyrsta Mósebók

Kornið skal so vera til at taka hjá landinum tey sjey hungursárini, ið koma skulu á Egyptaland, so at landið skal ikki ganga til grundar av hungrinum.“

3
Fyrsta Mósebók 41:37 Fyrsta Mósebók

– Hesi orð dámdi bæði Farao og øllum tænarum hansara væl;

3
Fyrsta Mósebók 41:38 Fyrsta Mósebók

Farao segði við tænarar sínar: „Hvar finna vit ein mann, sum Andi Guds er í sum í honum!“

3
Fyrsta Mósebók 41:39 Fyrsta Mósebók

So segði Farao við Jósef: „Táið Gud hevur opinberað tær alt hetta, so er eingin líki tín í viti og vísdómi!

3
Fyrsta Mósebók 41:40 Fyrsta Mósebók

Tú skalt standa fyri húsi mínum, og eftir orði tínum skal alt fólk mítt rætta seg; bert hásætið skal eg hava fram um teg.“

3
Fyrsta Mósebók 41:41 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði Farao við Jósef: „So seti eg teg nú yvir alt Egyptaland!“

3
Fyrsta Mósebók 41:42 Fyrsta Mósebók

Farao tók innsiglisringin av hondini og setti hann á hond Jósefs, læt hann í klæði av fínum líni og hongdi gullketu um háls hansara;

3
Fyrsta Mósebók 41:43 Fyrsta Mósebók

hann læt hann koyra í vagninum, sum var næstur eftir hansara egna, og „abrek!“* varð rópt undan honum. – Hann setti hann tá yvir alt Egyptaland.

3
Fyrsta Mósebók 41:44 Fyrsta Mósebók

Og Farao segði við Jósef: „Eg eri Farao – men eingin maður í øllum Egyptalandi skal lyfta hond ella fót, uttan tú vilt!“

3
Fyrsta Mósebók 41:45 Fyrsta Mósebók

Farao gav Jósefi navnið Zafenat-Panea og læt hann fáa til konu Asenat, dóttur prestin Potifera í On. – So ferðaðist Jósef um í Egyptalandi.

3
Fyrsta Mósebók 41:46 Fyrsta Mósebók

Jósef var 30 ár, táið hann kom at standa fyri Farao, konginum í Egyptalandi. – So fór Jósef út frá Farao og fór at ferðast um alt Egyptaland.

3
Fyrsta Mósebók 41:47 Fyrsta Mósebók

Tey sjey árini ið yvirflóðin vardi, gav landið ríkliga grøði.

3
Fyrsta Mósebók 41:48 Fyrsta Mósebók

Hann savnaði tá alskyns grøði tey sjey góðu árini, sum komu í Egyptalandi, og legði tað upp í býunum; í hvørjum býi savnaði hann grøðina av landinum har rundanum.

3
Fyrsta Mósebók 41:49 Fyrsta Mósebók

Soleiðis dungaði Jósef saman eina óføra mongd av korni – sum sandin í sjónum – so at teir til endan góvust at mála tað, tí tað var ógjørligt at halda rokning á tí.

3
Fyrsta Mósebók 41:50 Fyrsta Mósebók

Áðrenn hungursárini komu, fekk Jósef tveir synir við Asenat, dóttur Potifera, prestin í On.

3
Fyrsta Mósebók 41:51 Fyrsta Mósebók

Hinum frumborna gav Jósef navnið Manasse, „tí“, segði hann, „Gud hevur latið meg gloyma alla møði mína og alt hús faðirs míns!“

3
Fyrsta Mósebók 41:52 Fyrsta Mósebók

Hinum gav hann navnið Efra’im, „tí“, segði hann, „Gud hevur gjørt meg fruktbaran í landinum, sum eg leið ilt í!“

3
Fyrsta Mósebók 41:53 Fyrsta Mósebók

Táið so tey sjey árini, ið yvirflóðin vardi í Egyptalandi, vóru úti,

3
Fyrsta Mósebók 41:54 Fyrsta Mósebók

komu tey sjey hungursárini – soleiðis sum Jósef hevði sagt. Tá varð hungursneyð í øllum londum, men í øllum Egyptalandi var breyð.

3
Fyrsta Mósebók 41:55 Fyrsta Mósebók

Alt Egyptaland leið tá hungur, og fólkið rópti á Farao eftir breyði; men Farao segði við allar Egyptar: „Farið til Jósef, og gerið, sum hann sigur tykkum!“

3
Fyrsta Mósebók 41:56 Fyrsta Mósebók

Táið nú hungursneyðin var um alt landið, læt Jósef upp goymslurnar og seldi Egyptum korn; tí hungursneyðin var svár í Egyptalandi.

3
Fyrsta Mósebók 41:57 Fyrsta Mósebók

Og úr øllum londum komu teir til Egyptalands at keypa korn frá Jósefi; tí hungursneyðin var svár í øllum londum.

3
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini

Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.

3
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini

Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.

3
Orðtøkini 22:16 Orðtøkini

At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap.

3
Prædikarin 5:10 Prædikarin

Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.

3
Fimta Mósebók 23:15 Fimta Mósebók

Tú mást ikki geva træl upp í hendur harra hansara, táið hann er flýddur frá harra sínum og hevur leitað sær skjól hjá tær.

2
Fimta Mósebók 23:16 Fimta Mósebók

Hann skal sleppa at vera hjá tær í landi tínum, á tí staði, hann sjálvur velur sær – í einum av býum tínum, har sum honum best líkar; og tú mást ikki kúga hann.

2
Fimta Mósebók 23:17 Fimta Mósebók

Eingin av døtrum Ísraels má vera skøkja,* og eingin av sonum Ísraels má vera mansskøkja.*

2
Fimta Mósebók 23:18 Fimta Mósebók

Tú mást ikki koma við skøkjuløn ella hundapeningi inn í hús HARRANS Guds tíns, til at uppfylla nakað lyfti; tí bæði hesi eru HARRANUM Gudi tínum andstygd.

2
Fimta Mósebók 23:19 Fimta Mósebók

Tú mást ikki taka rentu frá bróður tínum, hvørki av peningi, matvørum ella nøkrum øðrum, ið renta verður tikin av.

2
Fimta Mósebók 23:20 Fimta Mósebók

Frá útlendinginum kanst tú taka rentu, men ikki frá bróður tínum – so satt sum HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, ið tú fert undir at gera í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.

2
Fimta Mósebók 23:21 Fimta Mósebók

Táið tú gert HARRANUM Gudi tínum lyfti, mást tú ikki drála at halda tað; tí HARRIN Gud tín skal krevja teg eftir tí, og tú kemur at draga skyld oman yvir teg.

2
Fimta Mósebók 23:22 Fimta Mósebók

Men letur tú vera at gera lyfti, so dregur tú onga skyld oman yvir teg.

2
Fimta Mósebók 23:23 Fimta Mósebók

Tað, ið varrar tínar hava talað, skalt tú halda og gera – við tað at tú sjálvkravdur og við tínum egna munni hevur givið HARRANUM Gudi tínum lyfti títt.

2
Fimta Mósebók 23:24 Fimta Mósebók

Táið tú kemur inn í víngarð næsta tíns, kanst tú eta, so mikið sum tú vilt, av vínberum, inntil tú ert mettur; men tú mást eingi lata í ílat títt.

2
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini

Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!

2
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini

So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.

2
Orðtøkini 21:20 Orðtøkini

Dýrabarir skattir og olja eru í húsi hins vísa, men dárin ger enda á tí.

2
Orðtøkini 28:25 Orðtøkini

Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður.

2
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini

Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!

2
Orðtøkini 31:11 Orðtøkini

Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki.

2
Orðtøkini 31:12 Orðtøkini

Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar.

2
Orðtøkini 31:13 Orðtøkini

Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga.

2
Orðtøkini 31:14 Orðtøkini

Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum.

2