burturvilstar sálir
60 versir um "burturvilstar sálir"
Versir
Síða 2 av 2Lukas 15:28 Lukas
Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann.
Lukas 15:29 Lukas
Men hann svaraði faðirinum: „So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum.
Lukas 15:30 Lukas
Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!“
Lukas 15:31 Lukas
Tá segði hann við hann: „Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;
Lukas 15:32 Lukas
men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.““
Seinna Korintbrævið 4:1 Seinna Korintbrævið
Táið vit tí nú hava hesa tænastu, eftir teirri miskunn, ið vit hava fingið, so missa vit ikki mótið.
Seinna Korintbrævið 4:2 Seinna Korintbrævið
Nei, vit hava sagt okkum leysar frá hinum skammiligu loynigøtum og ganga ikki fram við sviki, ei heldur handfara vit orð Guds óærliga; nei, við at leggja sannleikan opnan fram tala vit til samvitsku hvørs menniskja fyri ásjón Guds og biðja tey taka ímóti okkum.
Seinna Korintbrævið 4:3 Seinna Korintbrævið
Er tá enn evangelium okkara fjalt, so er tað teimum, ið fortapast, tað er fjalt
Seinna Korintbrævið 4:4 Seinna Korintbrævið
– har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.
Opinberingin 3:20 Opinberingin
Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.