brúður og brúðgóvur
19 versir um "brúður og brúðgóvur"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 25:1 Matteus
„Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum.
Matteus 25:2 Matteus
Fimm teirra vóru dárar, og fimm klókar.
Matteus 25:3 Matteus
Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær.
Matteus 25:4 Matteus
Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum.
Matteus 25:5 Matteus
Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.
Matteus 25:6 Matteus
Men um midnátt hoyrdist róp: „Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!“
Matteus 25:7 Matteus
Tá vaknaðu allar moyggjarnar og gjørdu lampur sínar til.
Matteus 25:8 Matteus
Tær, ið dárar vóru, søgdu nú við hinar klóku: „Latið okkum fáa av olju tykkara, tí lampur okkara sløkna!“
Matteus 25:9 Matteus
Men hinar klóku svaraðu: „Nei, ikki verður nóg mikið bæði til okkara og tykkara; farið heldur til keypmenninar og keypið tykkum sjálvum!“
Matteus 25:10 Matteus
Men táið tær vóru farnar avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum til reiðar vóru, fóru inn við honum í brúdleypið, og dyrnar vórðu latnar aftur.
Matteus 25:11 Matteus
Seinni komu so eisini hinar moyggjarnar og søgdu: „Harri, Harri, lat okkum upp!“
Matteus 25:12 Matteus
Men hann svaraði: „Sanniliga, sigi eg tykkum: Eg kenni tykkum ikki.“
Matteus 25:13 Matteus
Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.
Jóhannes 3:29 Jóhannes
Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin.
Opinberingin 19:7 Opinberingin
Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til.
Esaias 61:10 Esaias
Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.
Seinna Korintbrævið 11:2 Seinna Korintbrævið
Tí eg krevji tykkum heilt, sum Gud krevur; eg trúlovaði tykkum jú við einum manni, fyri at leiða Kristusi fram reina moyggj.
Opinberingin 21:2 Opinberingin
Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerusalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum.
Opinberingin 22:17 Opinberingin
Andin og brúðurin siga: „Kom!“ Tann, ið hoyrir, sigi: „Kom!“ Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!“