brúður Kristusar
14 versir um "brúður Kristusar"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Efesusbrævið 5:26 Efesusbrævið
fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum,
Efesusbrævið 5:27 Efesusbrævið
so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heilag og lýtaleys!
Opinberingin 19:7 Opinberingin
Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til.
Opinberingin 19:8 Opinberingin
Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi!“ – Línklæðið er rættvísiverk hinna heilagra.
Opinberingin 19:9 Opinberingin
Hann segði við meg: „Skriva: „Sæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypsnátturða lambsins!““ – Og hann segði við meg: „Hetta eru hini sonnu orð Guds!“
Jóhannes 3:29 Jóhannes
Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin.
Seinna Korintbrævið 11:2 Seinna Korintbrævið
Tí eg krevji tykkum heilt, sum Gud krevur; eg trúlovaði tykkum jú við einum manni, fyri at leiða Kristusi fram reina moyggj.
Opinberingin 21:2 Opinberingin
Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerusalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum.
Esaias 54:5 Esaias
Tí skapari tín er ektamaður tín – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara – og hin Heilagi í Ísrael er loysnari tín; Gud alrar jarðarinnar kallast Hann.
Esaias 62:5 Esaias
Tí eins og ungur maður tekur moyggj til ekta, skulu børn tíni taka teg til ekta; og eins og brúðgómur gleðist yvir brúður, skal Gud tín gleðast yvir teg.
Opinberingin 21:9 Opinberingin
Ein av hinum sjey einglunum, sum høvdu hinar sjey skálirnar, ið vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom nú til mín, talaði við meg og segði: „Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu lambsins!“
Opinberingin 21:10 Opinberingin
Hann fór so – í andanum – við mær niðan á stórt, høgt fjall og vísti mær hin heilaga stað, Jerusalem, ið kom niður av Himli, frá Gudi.
Opinberingin 21:11 Opinberingin
Hann hevði dýrd Guds, og hann skein sum dýrabarasti steinur, sum krystalklárur jaspissteinur.