brøður í Kristi
13 versir um "brøður í Kristi"
Versir
Síða 1 av 1Markus 3:35 Markus
Tí tann, ið ger vilja Guds, hann er bróðir og systir og móðir Mín.“
Orðtøkini 27:17 Orðtøkini
Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.
Jóhannes 1:12 Jóhannes
Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
Jóhannes 1:13 Jóhannes
tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi.
Hebrearabrævið 2:11 Hebrearabrævið
Tí bæði Hann, ið halgar, og tey, sum halgað verða, eru øll av einum; tí skammast Hann ikki við at kalla teir brøður;
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum.
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Seinna Timoteusarbrævið 3:1 Seinna Timoteusarbrævið
Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið
Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið
kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið
svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;
Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið
tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.