brúnur
64 versir um "brúnur"
Versir
Síða 2 av 2Kolossibrævið 2:12 Kolossibrævið
grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu.
Kolossibrævið 2:13 Kolossibrævið
Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara – holdinum – gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara
Kolossibrævið 2:14 Kolossibrævið
og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.
Kolossibrævið 2:15 Kolossibrævið
Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum.
Kolossibrævið 2:16 Kolossibrævið
Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!
Kolossibrævið 2:17 Kolossibrævið
Hetta er jú skuggi tess, ið koma skuldi; men likamið er Kristusar.
Kolossibrævið 2:18 Kolossibrævið
Latið ongan ræna sigurslønina frá tykkum, um onkur roynir hetta við „eyðmjúkleika“ og eingladýrkan, við tað at hann tekst við tað, sum hann hevur sæð í sjónum – uttan grund uppblástur av holdliga sinni sínum –
Kolossibrævið 2:19 Kolossibrævið
og heldur ikki fast við høvdið, sum alt likamið veksur vøkst Guds út úr, hjálpið og samanbundið av liðum og bondum sínum!
Kolossibrævið 2:20 Kolossibrævið
Eru tit við Kristusi deyð frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, sum tit høvdu livað í heiminum enn, slík boð leggja á tykkum:
Kolossibrævið 2:21 Kolossibrævið
„Tak ikki, smakka ikki, nem ikki!“
Kolossibrævið 2:22 Kolossibrævið
– Hetta er tó alt ætlað til oyðingar við at verða nýtt! – Alt slíkt er boð og lærdómar manna!
Kolossibrævið 2:23 Kolossibrævið
Hetta hevur víst orð fyri at vera vísdómur – við sjálvvaldari dýrkan, „eyðmjúkleika“ og ringari viðferð av likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert! Tað er einki til uttan at metta holdið!
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er boðskapurin, ið vit hava hoyrt frá Honum og kunngera tykkum, at Gud er ljós, og einki myrkur er í Honum.
Opinberingin 7:9 Opinberingin
Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum.