brúðarvígsla / brúdleyp
22 versir um "brúðarvígsla / brúdleyp"
Versir
Síða 1 av 1Markus 10:6 Markus
Men úr upphavi, táið Gud skapti alt, skapti Hann tey til mann og kvinnu.
Markus 10:7 Markus
Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína,
Markus 10:8 Markus
og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold.
Markus 10:9 Markus
Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Orðtøkini 18:22 Orðtøkini
Tann, ið hevur funnið konu, hevur funnið lukkuna og fingið náðigávu frá HARRANUM.
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini
Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Prædikarin 4:11 Prædikarin
Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!
Prædikarin 4:12 Prædikarin
Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.
Matteus 19:4 Matteus
Hann svaraði: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu
Matteus 19:5 Matteus
og segði: „Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“
Matteus 19:6 Matteus
So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Fyrra Korintbrævið 13:8 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur – hann skal fáa enda.
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið
Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!
Fyrra Pætursbrævið 4:8 Fyrra Pætursbrævið
Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!