brotið hjarta
52 versir um "brotið hjarta"
Versir
Síða 1 av 2Sálmarnir 34:17 Sálmarnir
Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.
Sálmarnir 147:3 Sálmarnir
Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta, og bindur um sár teirra;
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir
Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.
Sálmarnir 34:19 Sálmarnir
HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.
Sálmarnir 34:20 Sálmarnir
Mangar eru vanlukkur hins rættvísa, men HARRIN bjargar honum úr teimum øllum;
Orðtøkini 14:13 Orðtøkini
Ja, mitt í látrinum pínist hjartað, og endin á gleðini er sorg.
Orðtøkini 14:14 Orðtøkini
Av atburði sínum skal hin fráfalni verða mettaður, og góður maður heldur seg burtur frá honum.
Seinna Korintbrævið 4:9 Seinna Korintbrævið
atsøktir, men ikki vinaleysir, slignir niður, men ikki gjørdir til einkis.
Jóhannes 13:7 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men tú fert at skilja tað seinni.“
Sálmarnir 39:12 Sálmarnir
Táið Tú tyktar mann við straff fyri misgerð hansara, syndrar Tú dýrd hansara sum húsvætti – berur tómleiki er hvørt menniskja! – Sela.
Sálmarnir 55:22 Sálmarnir
Hálari enn smør eru orðini av munni hansara, men hugur til stríð fyllir hjarta hansara; orð hansara eru mjúkari enn olja, og tó eru tey drigin svørð.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 12:25 Orðtøkini
Hjartasorg nívir til jarðar, men blídligt orð gleðir.
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Sálmarnir 51:17 Sálmarnir
Harri, lat upp varrar mínar – so skal muður mín kunngera prís Títt!
Sálmarnir 73:26 Sálmarnir
Lat bert hold og hjarta mítt ørmaktast! Gud er klettur hjarta míns og lutur mín í allar ævir.
Sálmarnir 86:1 Sálmarnir
Bøn. Eftir Dávid. Boygg oyrað, HARRI, og svara mær, tí eg eri armur og fátækur!
Sálmarnir 86:2 Sálmarnir
Varða sál mína, tí eg æri Teg, frels tænara Tín, Tú, Gud mín, hann, ið lítur á Teg!
Sálmarnir 86:3 Sálmarnir
Ver mær náðigur, Harri, tí til Tín rópi eg allan dagin!
Sálmarnir 86:4 Sálmarnir
Gleð sál tænara Tíns, tí til Tín, Harri, lyfti eg sál míni!
Sálmarnir 86:5 Sálmarnir
Tí Tú, Harri, ert góður og til reiðar at fyrigeva, ríkur í náði móti øllum, ið ákalla Teg!
Sálmarnir 86:6 Sálmarnir
Lurta eftir bøn míni, HARRI, lýð á bønandi rødd mína!
Sálmarnir 86:7 Sálmarnir
Tann dag eg eri í neyð, rópi eg til Tín, tí Tú svarar mær.
Sálmarnir 86:8 Sálmarnir
Eingin er sum Tú millum gudarnar, Harri, og einki er sum verk Tíni!
Sálmarnir 86:9 Sálmarnir
Heidningarnir, ið Tú hevur skapt, skulu allir koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni, Harri, og teir skulu æra navn Títt.
Sálmarnir 86:10 Sálmarnir
Tí Tú ert stórur, og Tú gert undur, eingin er Gud uttan Tú.
Sálmarnir 86:11 Sálmarnir
Lær meg veg Tín, HARRI! Eg vil liva í sannleika Tínum; gev mær heilt hjarta til at óttast navn Títt!
Sálmarnir 86:12 Sálmarnir
Eg skal prísa Tær, Harri Gud mín, av øllum hjarta mínum! Í allar ævir skal eg æra navn Títt.
Sálmarnir 86:13 Sálmarnir
Tí stór er náði Tín yvir mær, og Tú hevur fríað sál mína úr djúpi deyðaríkisins.
Sálmarnir 86:14 Sálmarnir
Frekir hava reist seg móti mær, Gud, flokkur av yvirgangskroppum liggur mær eftir lívinum! Teg hava teir ikki fyri eyga.
Sálmarnir 86:15 Sálmarnir
Men, Harri, Tú ert miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í náði og sannleika.
Sálmarnir 86:16 Sálmarnir
Vend Tær til mín og ver mær náðigur! Gev tænara Tínum styrki Tína, frels son tænastukvinnu Tínar!
Sálmarnir 86:17 Sálmarnir
Unn mær tekin fyri góðsku Tína, so fíggindar mínir kunnu síggja tað og verða til skammar, tí Tú, HARRI, hjálpir mær og troystar meg!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 13:12 Orðtøkini
At vænta leingi ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er lívsins træ.
Orðtøkini 13:13 Orðtøkini
Tann, ið vanvirðir orðið, forkemur sær sjálvum, men tann, ið óttast boðið, fær løn.
Orðtøkini 13:14 Orðtøkini
Læra hins vísa er kelda lívsins; við henni sleppur ein undan snerrum deyðans.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Esaias 61:1 Esaias
Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Matteus 11:29 Matteus
Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!
Matteus 11:30 Matteus
Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“
Jóhannes 8:32 Jóhannes
og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Seinna Korintbrævið 12:9 Seinna Korintbrævið
Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.