bróst
23 versir um "bróst"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 5:18 Orðtøkini
Kelda tín veri signað, gleð teg í konu ungdóms tíns!
Orðtøkini 5:19 Orðtøkini
Hin elskuliga hindin, hin yndisliga gemsan – barmur hennara lívgi teg altíð, ver enn sum áður drukkin av kærleika hennara!
Esaias 66:11 Esaias
so tit kunnu súgva og mettast av lívgandi brósti hennara, súgva og gleðast av stóru dýrd hennara!
Hásongurin 7:7 Hásongurin
Vøkstur tín líkist pálma, og bróst tíni eru sum vínber.
Hásongurin 7:8 Hásongurin
Eg sigi: Eg fari upp í pálman, taki í greinar hansara; bróst tíni skulu vera sum berini á víntrænum, andi tín sum angin av súreplum,
Sálmarnir 22:9 Sálmarnir
„Kasta tað á HARRAN! Hann frelsi Hann, Hann bjargi Honum, táið Hann hevur slíkan tokka til Hansara!“
Hoseas 9:14 Hoseas
Gev teimum, HARRI – ja, hvat skalt Tú geva teimum? Gev teimum móðurlív, ið hitta reis, og mjólkarleys bróst!
Lukas 23:29 Lukas
Tí dagar koma, táið sagt fer at verða: „Sælar eru hinar ófruktbøru, lívini, ið ikki føddu, og bróstini, ið ikki góvu at súgva.“
Hásongurin 1:13 Hásongurin
Vinur mín er mær myrrapungur, sum eg beri í barminum.
Hásongurin 7:1 Hásongurin
„Sum fótur tín stígur vakurt í skógvinum, tú høvdingadóttir! Lendar tínar rundast sum hálsband, handaverk listarmanna.
Hásongurin 7:2 Hásongurin
Fang títt er sum rund skál; hevði tí aldri fattast vín! Miðja tín er sum hveitidungi við liljum rundanum.
Hásongurin 7:3 Hásongurin
Bróst tíni eru sum lambapar, skóggeitartvíburar.
Hásongurin 7:4 Hásongurin
Hálsur tín er sum fílabeinstornið, eygu tíni sum hyljarnir í Hesbon við Batrabbimsportur, nøs tín sum Libanonstorn, ið hyggur móti Damaskus.
Hásongurin 7:5 Hásongurin
Høvd títt er sum Karmel, og lokkarnir á tí eru sum purpur; kongurin er fangaður í teimum!
Hásongurin 7:6 Hásongurin
Sum tú ert vøkur, sum tú ert yndislig, tú hin elskaða, fagra!
Hásongurin 7:9 Hásongurin
gómi tín sum besta vín.“ „Ja, sum gongur væl niður hjá vini mínum og vætir varrarnar á sovandi!
Hásongurin 7:10 Hásongurin
Eg hoyri vini mínum til, og til mín stendur trá hansara.
Hásongurin 7:11 Hásongurin
Kom, vinur mín, lat okkum fara út á markina, lat okkum verða í bygdunum í nátt!
Hásongurin 7:12 Hásongurin
Lat okkum árla fara í víngarðarnar, lat okkum vita, um víntræið er farið at spretta, um blómurnar eru útsprungnar, og granateplatrøini blóma! – Har skal eg geva tær kærleik mín.
Hásongurin 7:13 Hásongurin
Tað angar av kærleikseplunum, og fyri durum okkara eru alskyns ávøkstir, bæði nýggir og gamlir. – Vinur mín, eg havi goymt tær teir!“
Esaias 49:15 Esaias
– Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!
Esaias 60:16 Esaias
Tú skalt súgva mjólk tjóðanna, ja, súgva bróst konga, og tú skalt sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, hin veldigi Jákups, endurloysari tín.
Matteus 5:28 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.