børn sum fara í himmal

6 versir um "børn sum fara í himmal"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 19:14 Matteus

Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“

3
Fimta Mósebók 1:39 Fimta Mósebók

Smábørn tykkara, sum tit søgdu fóru at falla í fíggindahond – børn tykkara, sum í dag ikki duga at gera mun á góðum og illum – tey skulu koma inn hagar, teimum skal Eg geva tað, tey skulu taka tað í ogn.

2
Jóhannes 5:24 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2
Opinberingin 21:4 Opinberingin

Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“

2