børn okkara
14 versir um "børn okkara"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Orðtøkini 13:24 Orðtøkini
Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.
Orðtøkini 17:6 Orðtøkini
Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.
Orðtøkini 29:15 Orðtøkini
Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.
Esaias 54:13 Esaias
Øll børn tíni skulu verða lærd av HARRANUM, og børn tíni skulu njóta miklan frið.
Matteus 18:10 Matteus
Síggið til, at tit ongan av hesum smáu vanvirða! Tí Eg sigi tykkum, at einglar teirra í Himli síggja altíð andlit Faðirs Míns, sum í Himli er.
Markus 10:13 Markus
Tey bóru smá børn til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men lærisveinarnir høvdu at teimum, ið bóru tey.
Markus 10:14 Markus
Táið Jesus sá tað, varð Hann vreiður og segði við teir: „Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.
Markus 10:15 Markus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað.“
Markus 10:16 Markus
So tók Hann tey í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey.