børn og himmalin
10 versir um "børn og himmalin"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 19:14 Matteus
Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“
Matteus 18:3 Matteus
og segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Venda tit ikki við og verða sum børn, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis.
Matteus 18:4 Matteus
Tann, sum tí ger seg lítlan sum hetta barn, er hin størsti í ríki Himmiríkis.
Matteus 18:5 Matteus
Og tann, sum tekur ímóti bert einum slíkum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær.
Matteus 18:6 Matteus
Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva á Meg, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins.
Matteus 18:10 Matteus
Síggið til, at tit ongan av hesum smáu vanvirða! Tí Eg sigi tykkum, at einglar teirra í Himli síggja altíð andlit Faðirs Míns, sum í Himli er.
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Esaias 65:25 Esaias
Úlvur og lamb skulu liggja saman og eta, leyvan skal eta hálm sum neyt, og føði ormsins skal vera mold; eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum – sigur HARRIN.
Markus 10:14 Markus
Táið Jesus sá tað, varð Hann vreiður og segði við teir: „Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.