børn
15 versir um "børn"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Zakarias 8:5 Zakarias
og torgini í býnum skulu vera full av dreingjum og gentum, ið spæla á torgunum har.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Lukas 18:16 Lukas
Men Jesus kallaði tey til Sín og segði: „Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.
Lukas 18:17 Lukas
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti ríki Guds eins og barnið, skal als ikki koma inn í tað.“
Orðtøkini 10:1 Orðtøkini
Orðtøk Sálomos. Vísur sonur gleðir faðir sín, men sonur, sum er dári, er sorg móður sínar.
Matteus 19:14 Matteus
Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Orðtøkini 17:6 Orðtøkini
Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.
Esaias 54:13 Esaias
Øll børn tíni skulu verða lærd av HARRANUM, og børn tíni skulu njóta miklan frið.
Matteus 18:10 Matteus
Síggið til, at tit ongan av hesum smáu vanvirða! Tí Eg sigi tykkum, at einglar teirra í Himli síggja altíð andlit Faðirs Míns, sum í Himli er.