Breiða Guds orð

62 versir um "Breiða Guds orð"

Versir

Síða 2 av 2
Jóhannes 15:19 Jóhannes

Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum.

8
Jóhannes 15:20 Jóhannes

Minnist orðið, Eg segði við tykkum: „Tænarin er ikki størri enn harri hansara“! Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við; hava tey hildið orð Mítt, fara tey at halda tykkara við.

8
Jóhannes 15:21 Jóhannes

Alt hetta fara tey at gera við tykkum fyri navns Míns skuld – tí tey kenna ikki Hann, sum hevur sent Meg.

8
Jóhannes 15:22 Jóhannes

Var Eg ikki komin og hevði talað til teirra, høvdu tey ikki synd; men nú hava tey onga avsakan fyri synd sína.

8
Jóhannes 15:23 Jóhannes

Tann, ið hatar Meg, hatar Faðir Mín við!

8
Jóhannes 15:24 Jóhannes

Hevði Eg ikki gjørt tey verk millum teirra, sum eingin annar hevur gjørt, høvdu tey ikki synd; men nú hava tey sæð tey og tó hatað bæði Meg og Faðir Mín.

8
Jóhannes 15:25 Jóhannes

Men orðið mátti jú ganga út, sum skrivað er í lóg teirra: „Tey hataðu Meg við ongari grund.“

8
Jóhannes 15:26 Jóhannes

Men táið Talsmaðurin kemur, sum Eg skal senda tykkum frá Faðirinum, Andi sannleikans, sum út gongur frá Faðirinum – Hann skal vitna um Meg.

8
Jóhannes 15:27 Jóhannes

Og eisini tit skulu vitna; tí tit hava verið við Mær frá upphavi.“

8
Hebrearabrævið 3:14 Hebrearabrævið

Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan.

8
Fyrra Pætursbrævið 4:10 Fyrra Pætursbrævið

Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!

7
Fyrra Pætursbrævið 4:11 Fyrra Pætursbrævið

Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen.

7