Bozez

110 versir um "Bozez"

Versir

Síða 1 av 3
Fyrra Sámuelsbók 14:1 Fyrra Sámuelsbók

So var tað ein dagin, tá segði Jónatan, sonur Saul, við vápnasvein sín: „Kom, lat okkum fara yvir til oddaflokk Filistara, beint her yvirav!“ Men faðir sínum segði hann ikki frá tí.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:2 Fyrra Sámuelsbók

Saul sat júst uttanvert við Gibea undir granateplatrænum við Migron, og fólkið, ið hann hevði hjá sær, var um 600 mans.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:3 Fyrra Sámuelsbók

– Ahia, sonur Ahitub, bróður Ikabod, son Pinehas, son Eli, prest HARRANS í Silo, bar tá lívkyrtilin. – Men fólkið visti einki um, at Jónatan var farin.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:4 Fyrra Sámuelsbók

Í skarðinum, sum Jónatan royndi at sleppa um fyri at leypa á oddaflokk Filistara, var hamari hvørjumegin; annar æt Bozez, og annar Sene.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:5 Fyrra Sámuelsbók

Annar hamarin var norðanfyri, beint fyri Mikmas, og var brattur, annar var sunnanfyri, beint fyri Geba.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:6 Fyrra Sámuelsbók

Jónatan segði tá við vápnasvein sín: „Kom, lat okkum fara yvir til oddaflokkin hjá hasum óumskornu! Kanska HARRIN fer at hjálpa okkum – einki forðar HARRANUM at geva sigur, hvussu nógvir ella fáir ið so eru!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:7 Fyrra Sámuelsbók

Vápnasveinur hansara svaraði: „Ger tað, ið tú hevur í huga! Eg komi við; tað, ið tú vilt, vil eg eisini.“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:8 Fyrra Sámuelsbók

Jónatan segði: „Nú fara vit yvir til menninar har og lata teir síggja okkum.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:9 Fyrra Sámuelsbók

Siga teir tá við okkum: „Standið stillir, inntil vit koma til tykkara!“ so verða vit standandi, har sum vit eru, og fara ikki niðan til teirra.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:10 Fyrra Sámuelsbók

Men siga teir: „Komið niðan til okkara!“ so fara vit niðan hagar; tí so hevur HARRIN givið teir í hendur okkara! – Hetta skulu vit hava til merki.“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:11 Fyrra Sámuelsbók

Táið teir nú vóru komnir so langt báðir, at oddaflokkur Filistara fekk eyga á teir, søgdu Filistarar: „Hyggið, Hebrearar krúpa sær út úr holunum, sum teir hava krógvað seg í!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:12 Fyrra Sámuelsbók

Og menninir í oddaflokkinum róptu til Jónatan og vápnasvein hansara: „Komið niðan til okkara, so skulu vit læra tykkum!“ Tá segði Jónatan við vápnasvein sín: „Kom niðan aftan á mær, HARRIN hevur givið teir í hendur Ísraels!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:13 Fyrra Sámuelsbók

So kleiv Jónatan upp á øllum fýra, og vápnasveinur hansara fylgdi eftir. Og Jónatan feldi teir, og vápnasveinur hansara gekk aftan á honum og gav teimum deyðastingin.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:14 Fyrra Sámuelsbók

Í fyrsta álopi feldu Jónatan og vápnasveinur hansara úti við tjúgu mans á einum strekki sum helvtina av tí, ið pløgast kann ein dag.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:15 Fyrra Sámuelsbók

Tá varð ræðsla, bæði í tilhaldinum og uttanfyri, og allur herurin, bæði oddaflokkurin og ránsflokkurin, varð sligin av ræðslu; haraftrat kom jarðskjálvti, og tað loypti ræðslu frá Gudi.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:16 Fyrra Sámuelsbók

Táið vaktarmenn Sauls í Gibea í Benjamin hugdu tann vegin, sóu teir, at allur herurin skiltist sundur, og at teir lupu higar og hagar.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:17 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Saul við menn sínar: „Kannið eftir og vitið, hvør av okkara ið farin er!“ Og táið teir kannaðu eftir, fingu teir at síggja, at Jónatan og vápnasveinur hansara saknaðust.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:18 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Saul við Ahia: „Fá ørk Guds higar!“ – Tí ørk Guds var um hesa tíðina millum Ísraelsmenn.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:19 Fyrra Sámuelsbók

Men meðan Saul tosaði við prestin, tók gangurin til í tilhaldi Filistara; Saul segði tá við prestin: „Lat bert vera!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:20 Fyrra Sámuelsbók

Og Saul og alt fólkið, ið hann hevði hjá sær, savnaðu seg, og táið teir komu, hagar sum bardagin stóð, fingu teir at síggja, at hvør hevði lyft svørðið móti øðrum, og at alt var í einum roki.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:21 Fyrra Sámuelsbók

Eisini teir Hebrearar, sum frá gamlari tíð høvdu staðið undir Filistarum, og sum vóru farnir við teimum í stríðið, fullu frá og fóru í felag við Ísrael, sum fylgdi Saul og Jónatan eftir.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:22 Fyrra Sámuelsbók

Og táið teir Ísraelsmenn, sum høvdu krógvað seg í Efra’imsfjøllum, frættu, at Filistarar flýddu, hildu eisini teir eftir teimum og komu við í bardagan.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:23 Fyrra Sámuelsbók

Soleiðis gav HARRIN Ísrael sigur tann dagin. Og bardagin stóð við sama lagi líka fram um Bet-Aven.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:24 Fyrra Sámuelsbók

Menn Ísraels vóru nú ógvuliga givnir henda dagin. Men tá bant Saul fólkið við hesum eiði: „Bannaður veri tann maður, ið leskar bita fyrrenn í kvøld, fyrrenn eg havi hevnt meg á fíggindar mínar!“ – So leskaði tá eingin av fólkinum mat.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:25 Fyrra Sámuelsbók

Alt fólkið kom nú inn í skógin, og har var hunangur á markini;

3
Fyrra Sámuelsbók 14:26 Fyrra Sámuelsbók

við tað sama sum fólkið kom inn í skógin, fingu teir at síggja ein heilan streym av hunangi; men eingin bar hond at munni, tí fólkið ræddist eiðin.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:27 Fyrra Sámuelsbók

Men Jónatan hevði ikki hoyrt, táið faðir hansara bant fólkið við eiðinum; tí rætti hann út stavin, sum hann hevði í hondini, drap endan av honum í hunangin og bar so hondina at aftur munninum; tá sóu eygu hansara klárt aftur.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:28 Fyrra Sámuelsbók

Tá tók ein av fólkinum til orða og segði: „Faðir tín hevur bundið fólkið við dýrum eiði og sagt: „Bannaður veri tann maður, ið leskar bita í dag!“ – Tí hevur fólkið fingið maktarloysi!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:29 Fyrra Sámuelsbók

Jónatan svaraði: „Pápi hevur stoytt landinum í vanlukku! Hygg bert, hvussu klár eygu míni eru vorðin, av tí at eg havi smakkað eitt sindur á henda hunangin!

3
Fyrra Sámuelsbók 14:30 Fyrra Sámuelsbók

Hvussu mangan størri hevði ikki mannafallið verið millum Filistarar, um fólkið í dag hevði etið dúgliga av fonginum, ið teir hava tikið frá fíggindum sínum!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:31 Fyrra Sámuelsbók

Teir vunnu tá Filistarar henda dagin og eltu teir úr Mikmas til Ajalon; og fólkið var heilt útlúgvað.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:32 Fyrra Sámuelsbók

Tí kastaði fólkið seg yvir fongin, tók smáfæ, neyt og kálvar, drap tað á markini og át kjøtið við blóðinum í.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:33 Fyrra Sámuelsbók

Onkur kom nú og bar Saul boð um hetta og segði: „Fólkið syndar móti HARRANUM og etur kjøtið við blóðinum í!“ Tá rópti Saul: „Tit fremja brotsverk! Rullið mær stóran stein higar!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:34 Fyrra Sámuelsbók

So segði Saul: „Gangið um millum fólkið og sigið við teir, at ein og hvør teirra skal koma higar til mín við neyti og seyði sínum og drepa tey her! So kunnu tit eta – men syndið ikki móti HARRANUM við at eta kjøtið við blóðinum í!“ Tá kom hvør maður av fólkinum um náttina leiðandi við tí, ið hann hevði, og drap tað har.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:35 Fyrra Sámuelsbók

Og Saul reisti HARRANUM altar; hetta var fyrsta altar, ið hann reisti HARRANUM.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:36 Fyrra Sámuelsbók

Síðani segði Saul: „Latið okkum í nátt fara oman og halda aftan á Filistarum og ræna millum teir, inntil lýsir í morgin, so eingin verður eftir av teimum!“ Teir svaraðu: „Ger, júst sum tú vilt!“ Men presturin segði: „Lat okkum her stíga fram fyri Gud!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:37 Fyrra Sámuelsbók

So spurdi Saul Gud: „Skal eg fara oman og halda eftir Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur Ísraels?“ – Men Hann svaraði honum ikki tann dagin.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:38 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Saul: „Komið higar, allir høvdingarnir millum fólkið, so tit kunnu fáa at vita og síggja, hvat tað er fyri synd, ið gjørd er í dag!

3
Fyrra Sámuelsbók 14:39 Fyrra Sámuelsbók

Tí so satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur givið Ísrael sigur: Um tað so er hjá Jónatan, syni mínum, ið skuldin er, so skal hann doyggja!“ – Men eingin av øllum fólkinum svaraði honum.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:40 Fyrra Sámuelsbók

So segði hann við alt Ísrael: „Tit skulu vera annar parturin, og eg og sonur mín Jónatan annar!“ Fólkið svaraði Saul: „Ger, júst sum tú vilt!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:41 Fyrra Sámuelsbók

Síðani segði Saul við HARRAN: „Gud Ísraels! Lat sannleikan koma upp!“ Og luturin fall á Jónatan og Saul, men fólkið slapp undan.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:42 Fyrra Sámuelsbók

So segði Saul: „Kastið lut millum meg og Jónatan, son mín!“ Og luturin fall á Jónatan.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:43 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Saul við Jónatan: „Sig mær, hvat tú hevur gjørt!“ Jónatan segði honum tað: „Eg tók eitt sindur av hunangi á endan á stavinum, sum eg hevði í hondini, og smakkaði á tað – hygg her eri eg, eg má lata lív!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:44 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Saul: „Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um tú ikki skalt lata lív, Jónatan!“

3
Fyrra Sámuelsbók 14:45 Fyrra Sámuelsbók

Men fólkið segði við Saul: „Skal Jónatan lata lív, hann, ið hevur vunnið Ísrael henda stóra sigur! Tað skal ikki henda! So satt sum HARRIN livir, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar, tí við hjálp Guds hevur hann vunnið sigur í dag!“ – Soleiðis fríaði fólkið Jónatan undan deyðanum.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:46 Fyrra Sámuelsbók

Men Saul gavst at jagstra Filistarar og fór heimaftur; og Filistarar fóru heimaftur til land sítt.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:47 Fyrra Sámuelsbók

Táið Saul hevði vunnið kongadømið yvir Ísrael, bardist hann við allar fíggindar sínar rundanum, Móab, Ammonitar, Edom, kongin í Zoba og Filistarar, og allastaðni, ið hann vendi sær, vann hann.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:48 Fyrra Sámuelsbók

Hann vann sær stórt veldi. Hann vann sigur á Amalek og fríaði Ísrael undan teimum, ið rændu tað.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:49 Fyrra Sámuelsbók

Synir Saul vóru Jónatan, Jisvi og Malkisua, og døtur hansara báðar itu: Hin eldra Merab, og hin yngra Mikal.

3
Fyrra Sámuelsbók 14:50 Fyrra Sámuelsbók

Kona Saul æt Ahinoam; hon var dóttir Ahima’az. Herhøvdingi hansara æt Abner; hann var sonur Ner, faðirbróður Saul.

3