borgarlig ólýdni
104 versir um "borgarlig ólýdni"
Versir
Síða 2 av 3Dániel 3:30 Dániel
Eftir hetta lyfti kongurin Sadrak, Mesak og Abed-Nego upp til miklan heiður og stórt vald í landspartinum Bábel.
Ápostlasøgan 5:40 Ápostlasøgan
Teir aktaðu nú hann; teir kallaðu ápostlarnar inn aftur og lótu teir húðfleingja og forbuðu teimum at tala í navni Jesusar. So lótu teir teir fara.
Ápostlasøgan 5:41 Ápostlasøgan
Teir fóru so burtur frá ráðnum, glaðir um, at teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri navnsins skuld.
Ápostlasøgan 5:42 Ápostlasøgan
Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus.
Fyrra Pætursbrævið 2:13 Fyrra Pætursbrævið
Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta
Dániel 6:1 Dániel
Darius Medari tók við ríkinum, táið hann var 62 ár.
Dániel 6:2 Dániel
Dariusi toknaðist at seta yvir ríkið 120 jallar; teir skuldu búgva um alt ríkið.
Dániel 6:3 Dániel
Yvir teir setti hann tríggjar yvirhøvdingar – Dániel var ein teirra – og fyri teimum skuldu jallarnir gera roknskap, so kongurin einki tap hevði.
Dániel 6:4 Dániel
Men Dániel var dugnaligari enn hinir yvirhøvdingarnir og jallarnir, av tí at høgur andi var í honum; og kongurin hevði í huga at seta hann yvir alt ríkið.
Dániel 6:5 Dániel
Tá royndu yvirhøvdingarnir og jallarnir at finna okkurt at klaga Dániel fyri viðvíkjandi ríkisstýrinum; men teir kundu einki misbrot og ongan órætt finna; tí hann var trúgvur, og hjá honum fanst hvørki ódugnaskapur ella órættur.
Dániel 6:6 Dániel
Tí søgdu hesir menn: „Vit finna einki at klaga henda Dániel fyri, uttan so skuldi verið, at vit finna tað í gudsdýrkan hansara.“
Dániel 6:7 Dániel
So tustu hesir yvirhøvdingar og jallar inn til kongin og søgdu við hann: „Darius kongur livi í allar ævir!
Dániel 6:8 Dániel
Allir yvirhøvdingar ríkisins, landsstjórar, jallar, ráðharrar og landshøvdingar, eru komnir ásamt um, at kongsboð eigur at verða givið – strangt forboð – at hvør tann, sum í 30 dagar biður til nakran gud ella nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið.
Dániel 6:9 Dániel
Gev tí nú, kongurin, slíkt forboð, og lat tað verða gjørt skrivliga, so tað – eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara – ikki kann takast aftur!“
Dániel 6:10 Dániel
Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið.
Dániel 6:11 Dániel
Men við tað sama sum Dániel fekk at vita, at hetta var skrivað og sett upp, fór hann inn í hús sítt; har hevði hann í sali sínum opin vindeygu, ið vendu móti Jerusalem, og tríggjar ferðir um dagin fall hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guds – júst sum hann hevði gjørt áður.
Dániel 6:12 Dániel
Nú tustu hinir menn inn og sóu, at Dániel bað til Gud sín og ákallaði Hann.
Dániel 6:13 Dániel
Tá fóru teir inn fyri kongin og spurdu hann viðvíkjandi kongsforboðnum: „Hevur tú ikki givið forboð um, at hvør tann, sum í 30 dagar biður til nakran gud ella til nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið?“ Kongurin svaraði: „Tað orð stendur fast eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara!“
Dániel 6:14 Dániel
Teir tóku nú til orða og søgdu, har teir stóðu fyri konginum: „Dániel, ein av hinum judeisku fangunum, leggur hvørki í teg, kongurin, ella forboðið, ið tú hevur givið – hann heldur bøn tríggjar ferðir um dagin.“
Dániel 6:15 Dániel
Táið kongurin hoyrdi hetta, varð hann ógvuliga tungur og fór at hugsa um, hvussu hann skuldi frelsa Dániel; líka til sólin gekk niður, royndi hann at finna útveg at hjálpa honum.
Dániel 6:16 Dániel
Men hesir menn tustu til kongin og søgdu við hann: „Tú veitst, kongurin, at tað er mediskur og persiskur rættur, at einki forboð og eingin lóg, sum kongurin gevur, kann takast aftur!“
Dániel 6:17 Dániel
So gav kongurin tað boð, at teir skuldu fara eftir Dániel og kasta hann í leyvubølið. Men kongurin tók til orða og segði við Dániel: „Gud tín, Hann, sum tú dýrkar enn sum áður, Hann frelsi teg!“
Dániel 6:18 Dániel
Teir komu nú við stórum steini og løgdu hann fyri munna bølisins, og kongurin innsiglaði hann við innsigli sínum og stórmanna sína, so einki skuldi kunna broytast í tí, sum gjørt var við Dániel.
Dániel 6:19 Dániel
Síðani fór kongurin heim í høll sína og fastaði alla náttina; hann læt ongar kvinnur koma inn til sín, og hann blundaðist ikki.
Dániel 6:20 Dániel
Tíðliga um morgunin, í dimmalættingini, fór kongurin upp og skundaði sær til leyvubølið.
Dániel 6:21 Dániel
Táið hann nærkaðist bølinum, rópti hann á Dániel við sorgfullari rødd. Hann tók til orða og segði við Dániel: „Dániel, tú tænari hins livandi Guds! Hevur Gud tín, sum tú dýrkar enn sum áður, verið mentur at frelsa teg frá leyvunum?“
Dániel 6:22 Dániel
Dániel svaraði konginum: „Kongurin livi í allar ævir!
Dániel 6:23 Dániel
Gud mín sendi eingil Sín og læt aftur munn leyvanna, so tær einki mein hava gjørt mær, við tað at eg eri funnin sakleysur fyri Honum og heldur einki skeivt havi gjørt móti tær, kongurin!“
Dániel 6:24 Dániel
Tá varð kongurin ógvuliga glaður, og hann gav boð um at draga Dániel upp úr bølinum. Og táið Dániel var drigin upp úr bølinum, sást einki mein á honum – tí hann hevði trúð á Gud sín.
Dániel 6:25 Dániel
So beyð kongurin, at farið skuldi verða eftir monnunum, ið høvdu klagað Dániel, og teir vórðu við børnum og konum sínum kastaðir í leyvubølið. Og áðrenn tey vóru komin á botn í bølinum, lupu leyvurnar á tey og knasaðu hvørt bein í teimum.
Dániel 6:26 Dániel
Síðani skrivaði Darius kongur til allar tjóðir og ættir og til øll tungumál á allari jørðini: „Friður veri við tykkum í ríkum máli!
Dániel 6:27 Dániel
Hervið gevi eg tað boð, at í øllum veldi ríkis míns skulu tey ræðast og óttast Gud Dániels; tí Hann er hin livandi Gud og verður í allar ævir; ríki Hansara verður ikki umstoytt, og harradømi Hansara varir líka til endan.
Dániel 6:28 Dániel
Hann frelsir og bjargar og ger tekin og undur á himli og á jørð – Hann, sum bjargaði Dániel undan leyvunum.“
Matteus 22:17 Matteus
Sig okkum tí, hvat heldur Tú: Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?“
Matteus 22:18 Matteus
Men Jesus var varur við óndskap teirra og segði: „Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg!
Matteus 22:19 Matteus
Vísið Mær skattapeningin!“ Tá fingu teir Honum denar.
Matteus 22:20 Matteus
Hann spurdi teir: „Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?“
Matteus 22:21 Matteus
Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
Matteus 22:22 Matteus
Táið teir hoyrdu hetta, undraðust teir, og teir fóru frá Honum og fóru avstað.
Jóhannes 19:11 Jóhannes
Jesus svaraði: „Tú hevði einki vald havt yvir Mær, var tað ikki givið tær omanífrá; tí hevur tann, sum gav Meg upp til tín, størri synd.“
Ápostlasøgan 5:27 Ápostlasøgan
Táið teir so vóru komnir við teimum, leiddu teir teir fram fyri ráðið. Høvuðspresturin tók teir nú til avhoyringar og segði:
Ápostlasøgan 5:30 Ápostlasøgan
Gud fedra okkara reisti upp Jesus, sum tit drópu við at heingja Hann á træ.
Ápostlasøgan 5:31 Ápostlasøgan
Hann hevur Gud sett høgt við høgru hond Sína til høvdinga og frelsara fyri at geva Ísrael umvending og syndafyrigeving.
Ápostlasøgan 5:32 Ápostlasøgan
Vit eru vitni Hansara um hetta – og Heilagi Andin við – Hann, sum Gud hevur givið teimum, ið lýða Hann.“
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið
Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið
Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið
– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið
Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!