boðini tíggju

36 versir um "boðini tíggju"

Versir

Síða 1 av 1
Triðja Mósebók 22:31 Triðja Mósebók

Tit skulu halda boð Míni og gera eftir teimum. – Eg eri HARRIN!

3
Onnur Mósebók 20:1 Onnur Mósebók

Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði:

2
Onnur Mósebók 20:2 Onnur Mósebók

„Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.

2
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók

Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.

2
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók

Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;

2
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók

tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,

2
Onnur Mósebók 20:6 Onnur Mósebók

men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.

2
Onnur Mósebók 20:7 Onnur Mósebók

Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.

2
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók

Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!

2
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók

Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;

2
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók

men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.

2
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók

Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.

2
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók

Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!

2
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drepa.

2
Onnur Mósebók 20:14 Onnur Mósebók

Tú mást ikki dríva hor.

2
Onnur Mósebók 20:15 Onnur Mósebók

Tú mást ikki stjala.

2
Onnur Mósebók 20:16 Onnur Mósebók

Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.

2
Onnur Mósebók 20:17 Onnur Mósebók

Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsti tín eigur.“

2
Onnur Mósebók 20:18 Onnur Mósebók

Men táið alt fólkið hoyrdi og sá toruna, snarljósini og lúðraljóðið og fjallið í royki, bivaðu tey og hildu seg langt burtur.

2
Onnur Mósebók 20:19 Onnur Mósebók

Og tey søgdu við Móses: „Tosa tú við okkum, so skulu vit lurta eftir; men lat ikki Gud tala við okkum, tí so doyggja vit!“

2
Onnur Mósebók 20:20 Onnur Mósebók

Men Móses segði við fólkið: „Óttist ikki! Gud er komin at royna tykkum, og fyri at ótti fyri Honum skal vera á tykkum, so tit synda ikki.“

2
Onnur Mósebók 20:21 Onnur Mósebók

So stóð fólkið langt burtur; men Móses fór nær at myrkrinum, sum Gud var í.

2
Onnur Mósebók 20:22 Onnur Mósebók

HARRIN segði nú við Móses: „Hetta skalt tú siga við Ísraelsmenn: „Tit hava sjálv sæð, at Eg havi talað við tykkum av Himli.

2
Onnur Mósebók 20:23 Onnur Mósebók

Tit mugu ongar gudar gera tykkum aftrat Mær; gudar av silvuri ella gulli mugu tit ikki gera tykkum!

2
Onnur Mósebók 20:24 Onnur Mósebók

Altar av flag skalt tú gera Mær, og á tí skalt tú ofra brennioffur og takkoffur tíni, smáfæ títt og neyt tíni; allastaðni har sum Eg lati navn Mítt verða minst, skal Eg koma til tín og signa teg.

2
Onnur Mósebók 20:25 Onnur Mósebók

Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann.

2
Onnur Mósebók 20:26 Onnur Mósebók

Tú mást ikki ganga á trappum upp at altari Mínum, fyri at ikki blygd tín skal verða ber yvir tí.““

2
Onnur Mósebók 34:28 Onnur Mósebók

Hann varð so har hjá HARRANUM 40 dagar og 40 nætur uttan at eta breyð og uttan at drekka vatn; og Hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, hini 10 orðini.

2
Fimta Mósebók 4:13 Fimta Mósebók

Tá kunngjørdi Hann tykkum sáttmála Sín, sum Hann beyð tykkum at halda, hini tíggju orðini, og Hann skrivaði tey á tvær steintalvur.

2
Matteus 5:17 Matteus

Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.

2
Matteus 5:18 Matteus

Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent.

2
Matteus 5:19 Matteus

Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki Himmiríkis; men tann, ið heldur tey og lærir tey, skal kallast stórur í ríki Himmiríkis.

2
Matteus 5:20 Matteus

Tí Eg sigi tykkum: Er rættvísi tykkara ikki mætari enn rættvísi hinna skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis.

2
Matteus 5:21 Matteus

Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: „Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.“

2
Matteus 5:22 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.

2
Jóhannes 14:15 Jóhannes

Elska tit Meg, so haldið boð Míni!

2