Boas

23 versir um "Boas"

Versir

Síða 1 av 1
Rutt 1:1 Rutt

Á teimum døgum ið dómararnir stjórnaðu, kom einaferð hungursneyð í landinum. Tá fór maður úr Betlehem í Juda til Móabsland at búgva har sum fremmandur við konu síni og báðum sonum sínum.

31
Rutt 1:2 Rutt

Maðurin æt Elimelek, kona hansara No’omi, og synir hansara Malon og Kiljon; teir vóru Efratitar, úr Betlehem í Juda. Tey komu nú til Móabsland og vórðu verandi har.

31
Rutt 1:3 Rutt

So doyði Elimelek, maður No’omi, og hon sat eftir við báðum sonum sínum.

31
Rutt 1:4 Rutt

Teir tóku sær móabitiskar konur; onnur æt Orpa, og onnur Rutt. Men táið tey høvdu búð har eini tíggju ár,

31
Rutt 1:5 Rutt

doyðu teir báðir við, Malon og Kiljon, so at kvinnan sat einsamøll eftir báðar synir sínar og mann sín.

31
Rutt 1:6 Rutt

Tá fór hon avstað við sonarkonum sínum, til at fara heimaftur úr Móabslandi; tí hon hevði frætt í Móabslandi, at HARRIN hevði vitjað fólk Sítt og givið teimum breyð.

31
Rutt 1:7 Rutt

Hon fór nú við báðum sonarkonum sínum avstað, haðani sum hon hevði havt tilhald. Men á leiðini heimaftur til Judaland

31
Rutt 1:8 Rutt

segði No’omi við báðar sonarkonur sínar: „Vendið nú við og farið heimaftur, hvør til hús móður sínar! HARRIN veri tykkum góður, eins og tit hava verið góðar, bæði við teir, ið farnir eru, og við meg!

31
Rutt 1:9 Rutt

HARRIN gevi tykkum, at tit finna eitt heim, hvør í húsi mans síns!“ So kysti hon tær. Men tær skóru í grát

31
Rutt 1:10 Rutt

og søgdu við hana: „Nei, vit koma við tær heimaftur til fólk títt!“

31
Rutt 1:11 Rutt

Tá segði No’omi: „Vendið við, døtur mínar! Hví vilja tit koma við mær? Beri eg enn synir í fanginum, sum kunnu verða menn tykkara!

31
Rutt 1:12 Rutt

Vendið við, døtur mínar, farið nú heimaftur! Eg eri ov gomul at verða kona nakran mann! Og um eg so helt, at eg hevði vón enn, ja, um eg so hesa nátt gav manni meg, og um so var, at eg fekk synir,

31
Rutt 1:13 Rutt

skuldu tit fyri tað bíðað, inntil teir komu til! Skuldu tit fyri tað stongt tykkum inni og livað ógiftar! Nei, døtur mínar! Mær tykir so hjartaliga synd í tykkum – tí meg hevur hond HARRANS rámt, og tað hart!“

31
Rutt 1:14 Rutt

Tær skóru nú aftur í grát. Og Orpa kysti vermóður sína, men Rutt vildi ikki skiljast frá henni.

31
Rutt 1:15 Rutt

Tá segði hon: „Tú sært, at hin sonarkona mín er farin heimaftur til fólk sítt og gud sín – far tú nú eisini heimaftur og fylg við hini sonarkonu míni!“

31
Rutt 1:16 Rutt

Men Rutt svaraði: „Royn ikki at yvirtala meg at fara frá tær og fara heimaftur! Nei, hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín;

31
Rutt 1:17 Rutt

har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað. HARRIN lati mær gangast illa, bæði nú og hereftir, um nakað annað enn deyðin skilir meg frá tær!“

31
Rutt 1:18 Rutt

Táið No’omi nú sá, at hon vikaðist ikki frá at koma við henni, gavst hon at tosa við hana um tað.

31
Rutt 1:19 Rutt

Tær hildu so fram báðar, inntil tær komu til Betlehem. Men táið tær komu til Betlehem, kom røringur í allan staðin, og kvinnurnar søgdu: „Er hetta No’omi?“

31
Rutt 1:20 Rutt

Men hon segði við tær: „Kallið meg ikki No’omi*! Kallið meg Mara,** tí hin Alvaldi hevur latið nógva sorg koma yvir meg!

31
Rutt 1:21 Rutt

Rík fór eg hiðani, og fátæka hevur HARRIN latið meg koma aftur. Hví kalla tit meg No’omi, táið HARRIN hevur vitnað móti mær, og hin Alvaldi hevur latið mær gangast so illa?“

31
Rutt 1:22 Rutt

– So kom No’omi tá aftur úr Móabslandi við sonarkonu síni, Móabitkvinnuni Rutt – tær komu til Betlehem fyrst í byggskurðinum.

31
Rutt 2:3 Rutt

So fór hon; hon kom og sankaði øks á akrinum eftir teimum, ið skóru akur; og tað vildi so til, at akurin, ið hon sankaði á, átti Boaz, sum var skyldur við Elimelek.

23