boð / kungjøring
18 versir um "boð / kungjøring"
Versir
Síða 1 av 1Job 22:28 Job
Setur tú tær nakað fyri, skal tað eydnast tær, og yvir leiðir tínar skal skína ljós;
Sálmarnir 2:7 Sálmarnir
– „Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: „Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!
Fjórða Mósebók 23:19 Fjórða Mósebók
Gud er ikki menniskja, so Hann skuldi logið, ikki menniskjabarn, so Hann skuldi angrað! Skuldi Hann sagt nakað og ikki gjørt tað! Skuldi Hann talað og ikki fullført tað!
Fyrra Tessalonikabrævið 4:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;
Fyrra Tessalonikabrævið 4:17 Fyrra Tessalonikabrævið
síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.
Opinberingin 19:11 Opinberingin
Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi.
Opinberingin 19:12 Opinberingin
Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur.
Opinberingin 19:13 Opinberingin
Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds.
Opinberingin 19:14 Opinberingin
Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.
Opinberingin 19:15 Opinberingin
Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda.
Opinberingin 19:16 Opinberingin
Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“
Fyrsta Mósebók 26:4 Fyrsta Mósebók
Eg skal gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og geva avkomi tínum øll hesi lond, og í avkomi tínum skulu øll fólk á jørðini verða signað
Fyrsta Mósebók 26:5 Fyrsta Mósebók
– aftur fyri at Ábraham lurtaði eftir Mær og helt alt tað, ið Eg álegði honum at halda, boð, fyriskipanir og lógir Mínar.“
Fimta Mósebók 10:12 Fimta Mósebók
– Og nú, Ísrael! Hvat annað krevur HARRIN Gud tín av tær, enn at tú skalt óttast HARRAN Gud tín og ganga allar leiðir Hansara, elska Hann og tæna HARRANUM Gudi tínum av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni,
Fimta Mósebók 10:13 Fimta Mósebók
so tú aktar eftir boðum HARRANS og lógum Hansara, sum eg í dag áleggi tær – fyri at tær kann gangast væl!
Fimta Mósebók 30:16 Fimta Mósebók
við tað at eg í dag áleggi tær at elska HARRAN Gud tín, at ganga leiðir Hansara og akta eftir boðum, lógum og fyriskipanum Hansara, so tú kanst liva og nørast, og HARRIN Gud tín kann signa teg í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
Esaias 10:1 Esaias
Vei teimum, ið geva órættvísar lógir, og sum eru ídnir at bókføra órætt,
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.