bøn
14 versir um "bøn"
Versir
Síða 1 av 1Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað, sum vit hava biðið Hann um.
Matteus 7:7 Matteus
Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Jóhannes 15:7 Jóhannes
Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!
Esaias 65:24 Esaias
Áðrenn tey kalla, skal Eg svara, og meðan tey enn tala, skal Eg hoyra.
Jeremias 29:12 Jeremias
Tit skulu ákalla Meg og fara og biðja til Mín, og Eg skal hoyra tykkum.
Jeremias 33:3 Jeremias
Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki!
Matteus 21:22 Matteus
Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.“
Jóhannes 15:16 Jóhannes
Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:17 Fyrra Tessalonikabrævið
Biðið uttan íhald!
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:22 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og hvat vit so biðja um, fáa vit frá Honum, tí vit halda boð Hansara og gera tað, sum Honum toknast.