blóðtrýst

131 versir um "blóðtrýst"

Versir

Síða 3 av 3
Ápostlasøgan 10:18 Ápostlasøgan

Teir róptu og spurdu, um Símun, sum hevði tilnavnið Pætur, helt til har.

3
Ápostlasøgan 10:19 Ápostlasøgan

Meðan Pætur nú hugsaði um sjónina, segði Andin við hann: „Tríggir menn leita eftir tær.

3
Ápostlasøgan 10:20 Ápostlasøgan

Reis teg, far oman og far við teimum uttan at ivast! Tí Eg havi sent teir.“

3
Ápostlasøgan 10:21 Ápostlasøgan

So fór Pætur oman til menninar og segði: „Eg eri tann, ið tit leita eftir! Av hvørji grund eru tit komnir higar?“

3
Ápostlasøgan 10:22 Ápostlasøgan

Teir svaraðu: „Kornelius høvuðsmaður, rættvísur maður, sum óttast Gud og hevur góðan vitnisburð frá øllum Jødafólkinum, fekk frá heilagum eingli boð, at hann skuldi heinta teg til sín og hoyra, hvat tú hevur at siga.“

3
Ápostlasøgan 10:23 Ápostlasøgan

Hann bað teir tá koma inn og hýsti teimum. Og dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum í Joppe fóru við honum.

3
Ápostlasøgan 10:24 Ápostlasøgan

Næsta dagin komu teir til Kesarea. Kornelius bíðaði eftir teimum og hevði kallað skyldfólk sítt og næstu vinir sínar saman.

3
Ápostlasøgan 10:25 Ápostlasøgan

Táið Pætur nú kom inn, fór Kornelius ímóti honum, fall niður fyri føtur hansara og tilbað hann.

3
Ápostlasøgan 10:26 Ápostlasøgan

Men Pætur reisti hann upp og segði: „Reis teg! Eisini eg eri menniskja!“

3
Ápostlasøgan 10:27 Ápostlasøgan

Og samtalandi við hann fór hann inn; har fann hann mong samankomin.

3
Ápostlasøgan 10:28 Ápostlasøgan

Hann segði við tey: „Tit vita sjálv, hvussu ósømiligt tað er manni, sum Jødi er, at hava felagsskap við nakran av aðrari tjóð ella fara inn til hansara; men mær hevur Gud víst, at eg skal einki menniskja kalla vanheilagt ella óreint.

3
Ápostlasøgan 10:29 Ápostlasøgan

Tí setti eg meg heldur ikki ímóti at koma, táið eg fekk boð. Og nú spyrji eg tykkum: Av hvørji grund hava tit sent boð eftir mær?“

3
Ápostlasøgan 10:30 Ápostlasøgan

Tá svaraði Kornelius: „Fyri fýra døgum síðani bað eg í húsi mínum; tað var júst um hesa tíðina, um níggjunda tíman. Og tá stóð maður í skínandi klæðum framman fyri mær.

3
Ápostlasøgan 10:31 Ápostlasøgan

Hann segði: „Kornelius! Bøn tín er hoyrd, og olmussur tínar eru í minni fyri ásjón Guds.

3
Ápostlasøgan 10:32 Ápostlasøgan

Send tí boð til Joppe og lat Símun, sum hevur tilnavnið Pætur, kalla til tín! Hann heldur til í húsi Símunar garvara við sjógvin; hann skal tala til tín, táið hann kemur.“

3
Ápostlasøgan 10:33 Ápostlasøgan

Tí sendi eg við tað sama boð til tín, og tú gjørdi væl, at tú komst. Og nú eru vit øll stødd her fyri ásjón Guds at hoyra alt, ið tú hevur fingið boð um av Harranum.“

3
Ápostlasøgan 10:34 Ápostlasøgan

Tá læt Pætur upp munnin og segði: „Nú síggi eg av sonnum, at Gud ger ikki mannamun,

3
Ápostlasøgan 10:35 Ápostlasøgan

men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.

3
Ápostlasøgan 10:36 Ápostlasøgan

– Orðið, ið Hann sendi út til Ísraelsmenn, táið Hann við Jesusi Kristi – sum er Harri alra – kunngjørdi frið í evangeliinum,

3
Ápostlasøgan 10:37 Ápostlasøgan

tað orðið kenna tit, tað, sum út er farið um alt Judea, eftir at tað byrjaði í Galilea, aftan á dópin, ið Jóhannes prædikaði

3
Ápostlasøgan 10:38 Ápostlasøgan

– um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á – tí Gud var við Honum.

3
Ápostlasøgan 10:39 Ápostlasøgan

Vit eru vitni um alt, ið Hann gjørdi, bæði úti um land Jødanna og í Jerusalem. Hann drópu teir – hongdu Hann á træ.

3
Ápostlasøgan 10:40 Ápostlasøgan

Men Gud reisti Hann upp triðja dagin og gav Honum at opinbera Seg,

3
Ápostlasøgan 10:41 Ápostlasøgan

ikki fyri øllum fólkinum, men fyri vitnunum, ið frammanundan vóru vald av Gudi – fyri okkum, ið ótu og drukku saman við Honum, eftir at Hann var risin upp frá hinum deyðu.

3
Ápostlasøgan 10:42 Ápostlasøgan

Og Hann gav okkum boð um at prædika fyri fólkinum og vitna, at Hann er hin av Gudi setti dómari yvir livandi og deyðum.

3
Ápostlasøgan 10:43 Ápostlasøgan

Honum geva allir profetarnir tann vitnisburð, at hvør tann, ið trýr á Hann, fær fyrigeving syndanna við navni Hansara.“

3
Ápostlasøgan 10:44 Ápostlasøgan

Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fall Heilagi Andin á øll, ið orðið hoyrdu.

3
Ápostlasøgan 10:45 Ápostlasøgan

Allir hinir umskornu trúgvandi, sum við Pæturi vóru komnir, vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva Heilaga Andans var úthelt yvir heidningarnar við;

3
Ápostlasøgan 10:46 Ápostlasøgan

tí teir hoyrdu tey tala í tungum og stórliga prísa Gudi.

3
Ápostlasøgan 10:47 Ápostlasøgan

Tá tók Pætur til orða og segði: „Kann nakar sýta hesum vatnið, at tey skulu ikki verða doypt – tey, sum tó hava fingið Heilaga Andan líka væl sum vit!“

3
Ápostlasøgan 10:48 Ápostlasøgan

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Tey bóðu hann tá steðga har nakrar dagar.

3