blóðsuga

33 versir um "blóðsuga"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 30:15 Orðtøkini

Blóðigulin hevur tvær døtur: „Gev! Gev!“ – Trý eru sum aldri mettast, fýra, sum aldri siga: „Nóg mikið!“

11
Orðtøkini 30:1 Orðtøkini

Orð Agurs, sonar Jake, profetorðið. Maðurin sigur: Móðan havi eg sleipað meg, Gud, móðan havi eg sleipað meg, Gud, eg eri fyrilagstur!

3
Orðtøkini 30:2 Orðtøkini

Eg eri ov býttur at verða roknaður fyri mann; mansvit havi eg ikki.

3
Orðtøkini 30:3 Orðtøkini

Eg havi ikki lært vísdóm og havi ikki kunnskap um hin Heilaga.

3
Orðtøkini 30:4 Orðtøkini

Hvør fór upp til Himmals og kom niður aftur? Hvør savnaði vindin í nevarnar? Hvør knýtti vatnið inn í klæði? Hvør hevur sett jørðini øll mark hennara? Hvussu eitur Hann, og hvussu eitur Sonur Hansara? – Tú veitst tað jú!

3
Orðtøkini 30:5 Orðtøkini

Alt orð Guds er reint; Hann er teimum skjøldur, sum líta á Hann.

3
Orðtøkini 30:6 Orðtøkini

Legg einki aftrat orði Hansara, tí so revsar Hann teg, og tú stendur sum lygnari!

3
Orðtøkini 30:7 Orðtøkini

Tvær bønir biði eg Teg; sýt mær tær ikki, áðrenn eg doyggi:

3
Orðtøkini 30:8 Orðtøkini

Lat svik og lygiorð vera langt frá mær! Gev mær hvørki armóð ella ríkdóm – lat meg eta tilmálda breyð mítt!

3
Orðtøkini 30:9 Orðtøkini

– so eg ikki, táið eg verði mettur, avnokti Teg og sigi: „Hvør er HARRIN!“ og ikki, táið eg verði fátækur, stjali og voldi navni Guds míns mein!

3
Orðtøkini 30:10 Orðtøkini

Baktala ikki tænaran fyri harra hansara, tí so biður hann ilt fyri tær, og tú dregur skyld oman yvir teg!

3
Orðtøkini 30:11 Orðtøkini

Tað kyn er til, sum bannar faðir sínum og signar ikki móður sína,

3
Orðtøkini 30:12 Orðtøkini

kyn, sum reint er í egnum eygum, og sum tó ikki hevur vaskað sítt egna skarn av sær,

3
Orðtøkini 30:13 Orðtøkini

kyn – sum eygu tess eru stolt! Sum eygnakøst tess eru full av hugmóði! –

3
Orðtøkini 30:14 Orðtøkini

kyn – tenninar í tí eru svørð, og jakslir tess eru knívar, sum eta hini ørmu út úr landinum og hini fátæku burt úr menniskjatali.

3
Orðtøkini 30:16 Orðtøkini

Tey eru: Deyðaríkið og ófruktbart móðurlív, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: „Nóg mikið!“

3
Orðtøkini 30:17 Orðtøkini

Tann, ið háðar faðir sín og ikki vil vita av at akta móður sína, eyga hansara skulu ravnarnir við løkin pikka út, og arnarungar skulu eta tað.

3
Orðtøkini 30:18 Orðtøkini

Trý eru, sum eg undrist á, fýra, sum eg fati ikki:

3
Orðtøkini 30:19 Orðtøkini

Leið arnarinnar undir himli, leið ormsins eftir klettinum, leið skipsins eftir havinum og leið mansins til hina ungu kvinnu.

3
Orðtøkini 30:20 Orðtøkini

Hetta er atburður konu, ið ótrúgv er: Hon etur, turkar sær um munnin og sigur: „Eg havi einki ilt gjørt!“

3
Orðtøkini 30:21 Orðtøkini

Undir trimum nøtrar jørðin, fýra er hon ikki ment at bera:

3
Orðtøkini 30:22 Orðtøkini

Trælin, táið hann verður kongur, dáran, táið hann etur seg mettan,

3
Orðtøkini 30:23 Orðtøkini

hina vrakaðu kvinnuna, táið hon verður gift, og arbeiðskonuna, táið hon arvar matmóður sína.

3
Orðtøkini 30:24 Orðtøkini

Fýra eru, sum eru smá á jørðini og tó ovurhonds vís:

3
Orðtøkini 30:25 Orðtøkini

Meyrurnar, tær eru fólk við ongari styrki, og tó savna tær sær føði um summarið;

3
Orðtøkini 30:26 Orðtøkini

fjallagrevlingarnir, teir eru fólk við ongari megi, og tó byggja teir sær bústað í klettinum;

3
Orðtøkini 30:27 Orðtøkini

grashoppurnar, tær hava ongan kong, og tó halda tær allar avstað, skari eftir skara;

3
Orðtøkini 30:28 Orðtøkini

fýrbeinið, tað kanst tú taka við hondunum, og tó er tað í kongahøllum.

3
Orðtøkini 30:29 Orðtøkini

Trý eru, sum stíga prúð fram, fýra, sum hava vakurt gongulag:

3
Orðtøkini 30:30 Orðtøkini

Leyvan, kongurin millum dýrini, sum ongum víkur fyri,

3
Orðtøkini 30:31 Orðtøkini

saðlaður stríðshestur, bukkurin, og kongur á odda í heri sínum.

3
Orðtøkini 30:32 Orðtøkini

Hevur tú verið slíkur dári, at tú hevur gjørt teg stóran, ella hevur tú havt ilt í huga, so hond á munn!

3
Orðtøkini 30:33 Orðtøkini

Tí sum smør verður kirnað úr mjólk, og sum blóð verður trýst úr nøsini, so elvist stríð av at øsa upp vreiðina.

3