blóðinnspræning
52 versir um "blóðinnspræning"
Versir
Síða 1 av 2Fyrsta Mósebók 9:4 Fyrsta Mósebók
Tó – kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta.
Triðja Mósebók 3:17 Triðja Mósebók
Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, hvar tit so búgva: Einki feitt og einki blóð mugu tit eta!““
Ápostlasøgan 15:20 Ápostlasøgan
men at skrivað eigur at verða til teirra, at tey skulu halda seg frá at dálka seg við avgudum, frá siðloysi, frá tí, sum kvalt er, og frá blóði.
Ápostlasøgan 15:29 Ápostlasøgan
At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi. Táið tit halda tykkum frá hesum, skal tykkum gangast væl. Livið væl!“
Triðja Mósebók 17:11 Triðja Mósebók
Tí sálin í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót, tí sálin er í tí.
Triðja Mósebók 17:14 Triðja Mósebók
Tí blóðið er sálin í øllum kjøti – sálin er í tí; tí havi Eg sagt við Ísraelsmenn: „Tit mugu ikki eta blóðið úr nøkrum kjøti; tí blóðið er sálin í øllum kjøti; ein og hvør, ið etur tað, skal verða týndur.“
Triðja Mósebók 17:10 Triðja Mósebók
Um onkur av húsi Ísraels ella av teimum fremmandu, ið hjá teimum búgva, etur nakað sindur av blóði, so vendi Eg ásjón Míni móti tí, sum blóðið etur, og týni hann úr fólki hansara.
Triðja Mósebók 17:12 Triðja Mósebók
Tí havi Eg sagt við Ísraelsmenn: „Eingin av tykkum má eta blóð; heldur ikki hin fremmandi, ið hjá tykkum býr, má eta blóð.“
Triðja Mósebók 17:13 Triðja Mósebók
Táið onkur av Ísraelsmonnum ella av teimum fremmandu, ið hjá teimum búgva, veiðir vilt dýr ella fugl – av teimum, ið loyvi er at eta – so skal hann lata blóðið renna út og koyra mold út yvir tað.
Fimta Mósebók 12:16 Fimta Mósebók
Men blóðið mugu tit ikki eta; tað skalt tú lata renna út á jørðina sum vatn.
Fimta Mósebók 12:23 Fimta Mósebók
Men blóðið mást tú ikki eta – hetta mást tú aldri gloyma! Tí blóðið er sálin, og tú mást ikki eta sálina við kjøtinum.
Jóhannes 15:13 Jóhannes
Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.
Ápostlasøgan 15:1 Ápostlasøgan
Úr Judea komu nú nakrir, sum lærdu brøðurnar: „Lata tit tykkum ikki umskera eftir siði Mósesar, kunnu tit ikki frelsast!“
Ápostlasøgan 15:2 Ápostlasøgan
Tá varð ósemja; Paulus og Barnabas komu í ikki lítið stríð við teir. Tí varð gjørt av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara niðan til Jerusalem til ápostlarnar og hinar elstu, av tí at hesin spurningur var komin upp.
Ápostlasøgan 15:3 Ápostlasøgan
Teir vórðu nú av samkomuni sendir avstað. Teir fóru gjøgnum Fønikia og Samaria og søgdu frá, hvussu heidningarnir høvdu vent við, og teir gleddu stórliga allar brøðurnar.
Ápostlasøgan 15:4 Ápostlasøgan
Táið teir so komu til Jerusalem, vórðu teir fagnaðir av samkomuni, ápostlunum og hinum elstu, og teir søgdu frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum.
Ápostlasøgan 15:5 Ápostlasøgan
Men nakrir av flokki Farisearanna, sum vóru komnir til trúnna, reistust og søgdu: „Teir eiga at verða umskornir og fáa boð um at halda Móselóg!“
Ápostlasøgan 15:6 Ápostlasøgan
Ápostlarnir og hinir elstu komu tá saman at samráðast um hetta.
Ápostlasøgan 15:7 Ápostlasøgan
Táið teir nú høvdu trætt nógv um tað, reistist Pætur og segði við teir: „Tit menn, brøður! Tit vita, at Gud langt síðani útvaldi meg millum tykkara til at vera tann, við hvørs munni heidningarnir skuldu fáa at hoyra orð evangeliums og koma til trúgv.
Ápostlasøgan 15:8 Ápostlasøgan
Gud, sum kennir hjørtuni, gav teimum vitnisburð, táið Hann gav teimum líka væl sum okkum Heilaga Andan.
Ápostlasøgan 15:9 Ápostlasøgan
Hann gjørdi ongan mun á okkum og teimum, táið Hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra.
Ápostlasøgan 15:10 Ápostlasøgan
Hví freista tit tá nú Gud við at leggja ok á háls lærisveinanna, sum hvørki fedrar okkara ella vit hava verið mentir at bera!
Ápostlasøgan 15:11 Ápostlasøgan
Vit trúgva jú, at vit verða frelstir av náði Harrans Jesusar – vit líka væl sum teir!“
Ápostlasøgan 15:12 Ápostlasøgan
Tá tagdi allur flokkurin, og teir lurtaðu eftir Barnabasi og Paulusi, sum søgdu frá, hvussu stór tekin og undur Gud við teimum hevði gjørt millum heidningarnar.
Ápostlasøgan 15:13 Ápostlasøgan
Táið teir hildu uppat at tala, tók Jákup til orða og segði: „Tit menn, brøður! Hoyrið meg!
Ápostlasøgan 15:14 Ápostlasøgan
Símun hevur sagt frá, hvussu Gud í byrjan hevði umhugsan um at taka navni Sínum út fólk av heidningunum.
Ápostlasøgan 15:15 Ápostlasøgan
Við hetta samsvara orð profetanna – sum skrivað er:
Ápostlasøgan 15:16 Ápostlasøgan
„Eftir hetta skal Eg koma aftur og endurreisa falnu tjaldbúð Dávids; ja, toftir hennara skal Eg byggja upp og reisa hana upp aftur,
Ápostlasøgan 15:17 Ápostlasøgan
fyri at leivdin av menniskjum skal søkja Harran, allir heidningar, sum navn Mítt er nevnt yvir – sigur Harrin, sum ger hetta.“
Ápostlasøgan 15:18 Ápostlasøgan
– Gud kennir frá ævunum øll verk Síni.
Ápostlasøgan 15:19 Ápostlasøgan
Eg haldi tí, at ikki eigur at verða gjørt teimum torført – heidningunum, ið venda við til Gud,
Ápostlasøgan 15:21 Ápostlasøgan
Tí Móses hevur frá fornari tíð menn í hvørjum býi, sum prædika hann – hann verður jú lisin upp í sýnagogunum hvønn sabbat.“
Ápostlasøgan 15:22 Ápostlasøgan
Tá gjørdu teir av, ápostlarnir og hinir elstu saman við allari samkomuni, at velja nakrar menn millum sín og senda teir til Antiokia við Paulusi og Barnabasi; teir valdu Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas; hesir vóru hávirdir menn millum brøðurnar.
Ápostlasøgan 15:23 Ápostlasøgan
Teir skrivaðu soleiðis við teimum: „Ápostlarnir, hinir elstu og brøðurnir heilsa brøðrunum av heidningunum í Antiokia, Sýrlandi og Kilikia.
Ápostlasøgan 15:24 Ápostlasøgan
Av tí at vit hava frætt, at nakrir, sum komnir eru frá okkum, hava órógvað tykkum við talu síni og volt sálum tykkara ófrið – vit hava einki boð givið teimum um tað –
Ápostlasøgan 15:25 Ápostlasøgan
so hava vit, eftir at vera komnir ásamt um hetta, gjørt av at velja nakrar menn og senda teir til tykkara saman við elskaðu brøðrum okkara Barnabasi og Paulusi –
Ápostlasøgan 15:26 Ápostlasøgan
monnum, ið hava vágað lívið fyri navn Harra okkara Jesu Krists.
Ápostlasøgan 15:27 Ápostlasøgan
Vit hava nú sent Judas og Silas, sum eisini við orðum skulu kunngera tykkum tað sama.
Ápostlasøgan 15:28 Ápostlasøgan
Heilagi Andin og vit hava tá gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta – sum neyðugt er:
Ápostlasøgan 15:30 Ápostlasøgan
So lótu teir teir fara, og teir komu til Antiokia. Har savnaðu teir saman allan flokkin og góvu teimum brævið.
Ápostlasøgan 15:31 Ápostlasøgan
Táið tey høvdu lisið tað, vórðu tey glað um troystina.
Ápostlasøgan 15:32 Ápostlasøgan
Judas og Silas – sum eisini vóru profetar sjálvir – ámintu brøðurnar við nógvari talu og styrktu teir.
Ápostlasøgan 15:33 Ápostlasøgan
Táið teir so høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara í friði til teirra, sum sent teir høvdu.
Ápostlasøgan 15:34 Ápostlasøgan
Men Silas setti sær fyri at steðga har.
Ápostlasøgan 15:35 Ápostlasøgan
Paulus og Barnabas vórðu tá verandi í Antiokia; teir lærdu og kunngjørdu orð Harrans har saman við mongum øðrum.
Ápostlasøgan 15:36 Ápostlasøgan
Táið ein tíð var gingin, segði Paulus við Barnabas: „Lat okkum fara aftur og vitja brøður okkara í hvørjum býi, sum vit hava kunngjørt orð Harrans í, fyri at vita, hvussu teimum veit við!“
Ápostlasøgan 15:37 Ápostlasøgan
Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus.
Ápostlasøgan 15:38 Ápostlasøgan
Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum var farin frá teimum í Pamfýlia og hevði ikki fylgt við teimum til verkið.
Ápostlasøgan 15:39 Ápostlasøgan
Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern.
Ápostlasøgan 15:40 Ápostlasøgan
Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans.