blásandi vindur
58 versir um "blásandi vindur"
Versir
Síða 2 av 2Prædikarin 1:6 Prædikarin
Vindurin lækkar niður í sunnan og fer upp í norðan; hann skiftir og skiftir, sum hann fer fram, og tekur so aftur at mala.
Prædikarin 1:14 Prædikarin
Eg sá alt tað, ið undir sólini hendir – og so var tað alt samalt fáfongd og eftirsókn eftir vindi!
Markus 4:39 Markus
Tá reistist Hann og hótti at vindinum og segði við vatnið: „Tig, ver stilt!“ Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð.
Markus 4:40 Markus
So segði Hann við teir: „Hví eru tit so ræddir? Hví hava tit ikki trúgv?“
Markus 4:41 Markus
Teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at bæði vindur og vatn eru Honum lýðin?“
Jóhannes 3:6 Jóhannes
Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Opinberingin 7:1 Opinberingin
Síðani sá eg fýra einglar standa á hinum fýra hornum jarðarinnar; teir hildu hinum fýra vindum jarðarinnar, so eingin vindur skuldi blása, hvørki yvir jørðina, yvir havið ella á nakað træ.