blandað hjúnaløg (trúgv ella ætt)
12 versir um "blandað hjúnaløg (trúgv ella ætt)"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 7:3 Fimta Mósebók
Tú mást ikki ganga í svágarskap við tey; tú mást ikki geva sonum teirra døtur tínar og ikki taka sonum tínum døtur teirra til konur;
Fimta Mósebók 7:4 Fimta Mósebók
tí so fáa tær synir tínar at víkja burtur frá Mær, so teir dýrka aðrar gudar, og tá fer vreiði HARRANS at tendrast móti tykkum, so Hann ger enda á tykkum, og tað skjótt.
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið
Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Fyrra Korintbrævið 7:12 Fyrra Korintbrævið
Við hini* sigi eg – ikki Harrin: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu – og hon vil búgva saman við honum – so skilji hann seg ikki frá henni!
Fyrra Korintbrævið 7:13 Fyrra Korintbrævið
Og hevur ein kona vantrúgvandi mann – og hann vil búgva saman við henni – so skilji hon seg ikki frá manni sínum!
Fyrra Korintbrævið 7:14 Fyrra Korintbrævið
Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.
Fyrra Korintbrævið 7:15 Fyrra Korintbrævið
Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum – men Gud hevur kallað okkum til frið.
Fyrra Korintbrævið 7:16 Fyrra Korintbrævið
Tí hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín! Og hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína!
Fyrra Korintbrævið 7:39 Fyrra Korintbrævið
Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil – bert tað verður gjørt í Harranum.
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,