biologi
47 versir um "biologi"
Versir
Síða 1 av 1Kolossibrævið 1:16 Kolossibrævið
Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga – veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald – alt er skapt við Honum og til Hansara,
Efesusbrævið 4:16 Efesusbrævið
Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.
Jóhannes 1:3 Jóhannes
Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Fyrsta Mósebók 1:2 Fyrsta Mósebók
Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum.
Fyrsta Mósebók 1:3 Fyrsta Mósebók
Gud segði: „Verði ljós!“ Og ljós varð.
Fyrsta Mósebók 1:4 Fyrsta Mósebók
Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum.
Fyrsta Mósebók 1:5 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.
Fyrsta Mósebók 1:6 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Eitt hvølv skal verða mitt í vøtnunum til at skilja vatn frá vatni.“
Fyrsta Mósebók 1:7 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tá hvølvið og skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum. Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:8 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði hvølvið himmal. Og kvøld varð, og morgun varð, annan dag.
Fyrsta Mósebók 1:9 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Vatnið undir himli skal savna seg saman á einum staði, so at turrlendið kemur undan.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:10 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði turrlendið jørð, og vatnið, sum hevði savnað seg saman, kallaði Hann sjógv. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:11 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:12 Fyrsta Mósebók
jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:13 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, triðja dag.
Fyrsta Mósebók 1:14 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár;
Fyrsta Mósebók 1:15 Fyrsta Mósebók
og tey skulu vera til ljós á himmalhvølvinum, at lýsa á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:16 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Fyrsta Mósebók 1:17 Fyrsta Mósebók
Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini,
Fyrsta Mósebók 1:18 Fyrsta Mósebók
at ráða yvir deginum og náttini og skilja ljósið frá myrkrinum. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:19 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, fjórða dag.
Fyrsta Mósebók 1:20 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Vatnið skal verða fult av livandi skapningum, og fuglar skulu flúgva yvir jørðini, undir himmalhvølvinum.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:21 Fyrsta Mósebók
Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:22 Fyrsta Mósebók
Gud signaði tey og segði: „Nørist og vaksið í tali, fyllið vatnið í sjónum, og fuglurin nørist á jørðini!“
Fyrsta Mósebók 1:23 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, fimta dag.
Fyrsta Mósebók 1:24 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal lata koma fram livandi skapningar, hvønn eftir hansara slagi, fæ, skriðdýr og vill dýr – hvørt eftir tess slagi.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:25 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók
Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Efesusbrævið 3:8 Efesusbrævið
Mær, sum alraminst havi at týða av øllum heilagum, varð henda náði givin, at kunngera heidningunum evangeliið um órannsakiliga ríkdóm Kristusar
Efesusbrævið 3:9 Efesusbrævið
og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt
Efesusbrævið 3:10 Efesusbrævið
– fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni skuldi verða kunngjørdur tignunum og valdunum í Himli.
Efesusbrævið 3:11 Efesusbrævið
Hetta er æviga fyriætlan Guds, sum Hann fullførdi í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Efesusbrævið 3:12 Efesusbrævið
Í Honum hava vit dirvi og atgongd við áliti – við trúnni á Hann.
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Fyrra Korintbrævið 15:39 Fyrra Korintbrævið
Ikki alt kjøt er av sama slagi; nei, eitt er kjøt á menniskjum, eitt annað á dýrum, aftur eitt annað á fuglum, uppaftur eitt annað á fiskum.
Triðja Mósebók 13:52 Triðja Mósebók
og skal brennast, tað veri nú plagg ella vovið ella bundið toy av ull ella av líni, ella nakað, ið er av leðri, sum plettirnir eru á – tað er spitalska av ringasta slagi, tað skal brennast.
Triðja Mósebók 17:11 Triðja Mósebók
Tí sálin í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót, tí sálin er í tí.