binding
125 versir um "binding"
Versir
Síða 3 av 3Opinberingin 3:20 Opinberingin
Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.
Opinberingin 3:21 Opinberingin
Tann, ið sigrar, honum skal Eg veita at sita hjá Mær í hásæti Mínum, eins og Eg havi sigrað og sett Meg hjá Faðir Mínum í hásæti Hansara.
Opinberingin 3:22 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!““
Lukas 15:11 Lukas
Og Hann segði: „Maður hevði tveir synir.
Lukas 15:12 Lukas
Hin yngri teirra segði við faðir sín: „Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!“ Tá skifti hann góðsið millum teirra.
Lukas 15:13 Lukas
Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi.
Lukas 15:14 Lukas
Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð.
Lukas 15:15 Lukas
Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.
Lukas 15:16 Lukas
Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað.
Lukas 15:17 Lukas
Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: „Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði – og her doyggi eg í hungri!
Lukas 15:18 Lukas
Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær!
Lukas 15:19 Lukas
Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!“
Lukas 15:20 Lukas
So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.
Lukas 15:21 Lukas
Men sonurin segði við hann: „Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.“
Lukas 15:22 Lukas
Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!
Lukas 15:23 Lukas
Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!
Lukas 15:24 Lukas
Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.
Lukas 15:25 Lukas
Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans.
Lukas 15:26 Lukas
Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða.
Lukas 15:27 Lukas
Hann svaraði honum: „Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum.“
Lukas 15:28 Lukas
Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann.
Lukas 15:29 Lukas
Men hann svaraði faðirinum: „So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum.
Lukas 15:30 Lukas
Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!“
Lukas 15:31 Lukas
Tá segði hann við hann: „Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;
Lukas 15:32 Lukas
men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.““