bilar

18 versir um "bilar"

Versir

Síða 1 av 1
Nahum 2:4 Nahum

Skjøldir kappa hansara eru reyðlitaðir; hermenn hansara eru klæddir í skarlak; vagnar hansara skyggja av stáli, tann dag hann ger teir til reiðar til bardaga, og spjótini verða reiggjað.

14
Matteus 6:19 Matteus

Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!

7
Matteus 6:20 Matteus

Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!

7
Matteus 6:21 Matteus

Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.

7
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.

7
Lukas 12:33 Lukas

Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!

4
Lukas 12:34 Lukas

Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.

4
Jeremias 29:11 Jeremias

Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.

3
Malakias 3:8 Malakias

Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!

3
Matteus 6:24 Matteus

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.

3
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið

Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið

og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!

3
Sálmarnir 45:4 Sálmarnir

Gyrð lendar Tínar við svørði, Tú veldigi – við stórleika og dýrd Tíni!

2
Esaias 41:10 Esaias

– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!

2
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.

2
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.

2