Betlehem
6 versir um "Betlehem"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 2:7 Lukas
Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum.
Mika 5:2 Mika
Tí gevur Hann tey upp til vanlukku inntil ta tíð, táið hon, ið eiga skal, hevur átt; og teir, ið eftir eru av brøðrum Hansara, skulu koma heimaftur til Ísraelsmenn.
Matteus 2:1 Matteus
Táið nú Jesus var føddur í Betlehem í Judea – á døgum Heródesar kongs – komu vísmenn úr Eysturlondum til Jerusalem og søgdu:
Seinna Kongabók 8:12 Seinna Kongabók
Tá segði Hazael: „Hví grætur harri mín?“ Hann svaraði: „Av tí at eg veit, hvussu nógv ilt tú fert at gera Ísraelsmonnum! Víggirdu staðir teirra fert tú at brenna niður, unglingar teirra fert tú at drepa við svørði, smábørn teirra fert tú at sora sundur, og barnakonur teirra fert tú at kryvja!“
Sálmarnir 8:2 Sálmarnir
HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina, Tú, sum hevur breitt út dýrd Tína yvir himmalin!
Matteus 2:16 Matteus
Táið Heródes nú sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann ógvuliga illur og sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allastaðni har um vegir, sum vóru tvey ár og minni, eftir tíðini, ið vísmenninir høvdu sagt honum.