bestialitet

16 versir um "bestialitet"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 22:19 Onnur Mósebók

Ein og hvør, ið hevur við kríatúr at gera, skal lata lív.

16
Triðja Mósebók 18:23 Triðja Mósebók

Tú mást ikki hava við nakað kríatúr at gera og gera teg óreinan við tí; ei heldur má nøkur kvinna lata nakað kríatúr hava við seg at gera – tað er skemdargerð!

14
Triðja Mósebók 20:15 Triðja Mósebók

Maður, ið hevur við kríatúr at gera, skal lata lív; og kríatúrið skulu tit drepa.

14
Triðja Mósebók 20:16 Triðja Mósebók

Kemur kvinna nøkrum kríatúri nær og hevur við tað at gera, so skalt tú drepa bæði kvinnuna og kríatúrið; tey skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!

14
Fimta Mósebók 27:21 Fimta Mósebók

„Bannaður veri tann, ið hevur við nakað kríatúr at gera!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“

8
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,

4
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið

Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.

3
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið

Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.

3
Seinna Korintbrævið 12:21 Seinna Korintbrævið

at Gud mín, táið eg nú aftur komi, skal eyðmýkja meg við tykkum, og at eg skal koma at syrgja um mong av teimum, ið áður hava syndað og hava ikki vent við frá óreinskuni, siðloysinum og skammloysinum, ið tey hava drivið.

3
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið

Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,

3
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið

avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,

3
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið

øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.

3
Judasarbrævið 1:7 Judasarbrævið

Somuleiðis eru Sodoma og Gomorra og býirnir har rundanum – sum á sama hátt sum hesi drivu hor og gingu eftir fremmandum holdi – settir til fyridømi, við tað at teir líða ævigs elds straff.

3
Fyrsta Mósebók 2:20 Fyrsta Mósebók

Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin hjálp at finna, slík, sum hóskaði honum.

2
Triðja Mósebók 20:13 Triðja Mósebók

Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!

2
Lukas 1:37 Lukas

Tí einki er Gudi ómøguligt.“

2