bert Gud kann døma

32 versir um "bert Gud kann døma"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 7:1 Matteus

„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,

4
Matteus 7:2 Matteus

og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.

3
Matteus 7:3 Matteus

Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?

3
Matteus 7:4 Matteus

Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!

3
Matteus 7:5 Matteus

Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!

3
Lukas 6:37 Lukas

Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið!

3
Jóhannes 7:24 Jóhannes

Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!“

3
Matteus 7:6 Matteus

Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!

2
Matteus 7:7 Matteus

Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!

2
Matteus 7:8 Matteus

Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.

2
Matteus 7:9 Matteus

Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð,

2
Matteus 7:10 Matteus

ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk!

2
Matteus 7:11 Matteus

Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!

2
Matteus 7:12 Matteus

Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.

2
Matteus 7:13 Matteus

Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað;

2
Matteus 7:14 Matteus

og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.

2
Matteus 7:15 Matteus

Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!

2
Matteus 7:16 Matteus

Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!

2
Matteus 7:17 Matteus

Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.

2
Matteus 7:18 Matteus

Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.

2
Matteus 7:19 Matteus

Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.

2
Matteus 7:20 Matteus

Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.

2
Matteus 7:21 Matteus

Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.

2
Matteus 7:22 Matteus

Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“

2
Matteus 7:23 Matteus

Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“

2
Matteus 7:24 Matteus

Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.

2
Matteus 7:25 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.

2
Matteus 7:26 Matteus

Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.

2
Matteus 7:27 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“

2
Matteus 7:28 Matteus

Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara;

2
Matteus 7:29 Matteus

tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra.

2
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið

Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!

2