Benaiah

34 versir um "Benaiah"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Kongabók 4:1 Fyrra Kongabók

Sálomo kongur var kongur yvir øllum Ísrael.

8
Fyrra Kongabók 4:2 Fyrra Kongabók

Hinir hægstu menn hansara vóru hesir: Azarja, sonur Zadok, var prestur;*

8
Fyrra Kongabók 4:3 Fyrra Kongabók

Elihoref og Ahia, synir Sisa, vóru ríkisskrivarar; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari;

8
Fyrra Kongabók 4:4 Fyrra Kongabók

Benaja, sonur Jójada, var yvir herinum; Zadok og Abjatar vóru prestar;

8
Fyrra Kongabók 4:5 Fyrra Kongabók

Azarja, sonur Natan, var yvir fútunum; Zabud, sonur Natan, var prestur,* vinmaður kongs;

8
Fyrra Kongabók 4:6 Fyrra Kongabók

Ahisar var hallarstjóri; Adoniram, sonur Abda, var yvir teimum, sum gjørdu pliktarbeiði.

8
Fyrra Kongabók 4:7 Fyrra Kongabók

Sálomo hevði yvir alt Ísrael sett tólv fútar; teir skuldu síggja til, at kongurin og hús hansara høvdu tað, ið teimum tørvaði – hvør teirra ein mánað um árið.

8
Fyrra Kongabók 4:8 Fyrra Kongabók

Hetta vóru nøvn teirra: Ben-Hur á Efra’imsfjøllum;

8
Fyrra Kongabók 4:9 Fyrra Kongabók

Ben-Deker í Makaz, Sa’albim, Bet-Semes og Elon, líka til Bet-Hanan;

8
Fyrra Kongabók 4:10 Fyrra Kongabók

Ben-Hesed í Arubbot; hann hevði Soko og alt Heferland;

8
Fyrra Kongabók 4:11 Fyrra Kongabók

Ben-Abinadab hevði alt Nafat-Dor; hann var giftur við Tafat, dóttur Sálomo;

8
Fyrra Kongabók 4:12 Fyrra Kongabók

Ba’ana, sonur Ahilud, hevði Ta’anak, Megiddo og alt Bet-Sean, sum liggur við Zaretan niðan fyri Jizre’el, frá Bet-Sean til Abel-Mehola líka vestur um Jokmeam;

8
Fyrra Kongabók 4:13 Fyrra Kongabók

Ben-Geber í Ramot í Gilead; hann hevði teir býirnar í Gilead, sum itu eftir Ja’ir, syni Manasse; hann hevði eisini landspartin Argob í Basan, 60 stórar býir við múrum og koparsláum;

8
Fyrra Kongabók 4:14 Fyrra Kongabók

Ahinadab, sonur Iddo, hevði Mahanajim;

8
Fyrra Kongabók 4:15 Fyrra Kongabók

Ahima’az í Naftali; eisini hann var giftur við eini dóttur Sálomo, Basmat;

8
Fyrra Kongabók 4:16 Fyrra Kongabók

Ba’ana, sonur Husai, í Aser og Alot;

8
Fyrra Kongabók 4:17 Fyrra Kongabók

Jósafat, sonur Parua, í Issakar;

8
Fyrra Kongabók 4:18 Fyrra Kongabók

Sime’i, sonur Ela, í Benjamin;

8
Fyrra Kongabók 4:19 Fyrra Kongabók

Geber, sonur Uri, í Gileadslandi, tí landinum, sum Sihon amoritakongur og Og, kongurin í Basan, høvdu átt; hann var einsamallur fúti har í landinum.

8
Fyrra Kongabók 4:20 Fyrra Kongabók

Juda og Ísrael vóru fjølment sum sandur á sjóvarstrond; tey ótu, drukku og vóru glað.

8
Fyrra Kongabók 4:21 Fyrra Kongabók

Sálomo var harri yvir øllum ríkjunum frá Ánni* til Filistaraland og líka at landamarki Egyptalands; teir komu við gávum til Sálomo og tæntu honum alla tíð hansara.

8
Fyrra Kongabók 4:22 Fyrra Kongabók

Tað, ið tørvaði um dagin til matna hjá Sálomo, var: 30 kor av fínum mjøli og 60 kor av vanligum mjøli,

8
Fyrra Kongabók 4:23 Fyrra Kongabók

10 fitaðir oksar, 20 neyt úr haganum og 100 kríatúr av smáfæi – umframt hjørtir, skógargeitir, dádýr og fitaðir fuglar.

8
Fyrra Kongabók 4:24 Fyrra Kongabók

Tí hann var harri yvir øllum landinum vestan fyri Ánna, frá Tifsa líka til Gaza, yvir øllum kongunum vestan fyri Ánna; og hann hevði frið á øllum síðum, rundanum,

8
Fyrra Kongabók 4:25 Fyrra Kongabók

so at Juda og Ísrael búðu trygt, hvør maður undir víntræi og fikutræi sínum, úr Dan líka til Be’erseba, alla tíð Sálomos.

8
Fyrra Kongabók 4:26 Fyrra Kongabók

Sálomo hevði so nógvar hestar, sum settir vórðu fyri 40000 vagnar, og 12000 hestmenn.

8
Fyrra Kongabók 4:27 Fyrra Kongabók

Fútarnir, sum nevndir eru, aktaðu eftir – hvør sín mánað – at Sálomo kongur og øll, sum sótu til borðs hjá Sálomo kongi, høvdu tað, ið teimum tørvaði; teir lótu einki tvørra.

8
Fyrra Kongabók 4:28 Fyrra Kongabók

Byggið og hoyggið til rossini og vagnhestarnar fluttu teir, hagar sum hann var, hvør eftir sum honum var fyriskrivað.

8
Fyrra Kongabók 4:29 Fyrra Kongabók

Gud gav Sálomo vísdóm og ovurhonds klókskap og vit so víðfevnandi, sum sandurin er nógvur við sjóvarstrond.

8
Fyrra Kongabók 4:30 Fyrra Kongabók

Vísdómur Sálomos var størri enn vísdómur alra Eysturlendinga og allur vísdómur Egypta.

8
Fyrra Kongabók 4:31 Fyrra Kongabók

Hann var vísari enn øll menniskju – vísari enn Etan Ezra’itur og vísari enn Heman, Kalkol og Darda, synir Mahol; hann var tiltikin millum øll fólkasløg rundanum.

8
Fyrra Kongabók 4:32 Fyrra Kongabók

Hann setti saman 3000 orðtøk, og songir hansara vóru 1005 í tali.

8
Fyrra Kongabók 4:33 Fyrra Kongabók

Hann talaði um trøini, líka frá sedristrænum á Libanon til isopin, ið veksur út úr vegginum; og hann talaði um dýrini, um fuglarnar, um skriðdýrini og um fiskarnar.

8
Fyrra Kongabók 4:34 Fyrra Kongabók

Tey komu av øllum fólkasløgum at lurta eftir vísdómi Sálomos, frá øllum kongum jarðarinnar – sum høvdu hoyrt vísdóm hansara tiltiknan.

8