beisk kona

58 versir um "beisk kona"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Korintbrævið 7:39 Fyrra Korintbrævið

Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil – bert tað verður gjørt í Harranum.

5
Fyrra Korintbrævið 7:40 Fyrra Korintbrævið

Men lukkuligari er hon, um hon verður verandi, sum hon er – eftir áskoðan míni, og eg haldi meg eisini hava Anda Guds!

5
Matteus 10:26 Matteus

Tit mugu tí ikki ræðast tey. Tí einki er dult, sum skal ikki verða opinberað, og einki er loynt, sum skal ikki verða kunnigt.

4
Matteus 19:26 Matteus

Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: „Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.“

4
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið

men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

4
Kolossibrævið 2:9 Kolossibrævið

Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga,

3
Kolossibrævið 2:10 Kolossibrævið

og tit eru fylt í Honum, sum er høvd als valds og harradømis.

3
Kolossibrævið 2:11 Kolossibrævið

Í Honum eru tit eisini umskorin við umskering, ið ikki er gjørd við hondum, við at verða latin úr holdslikaminum, við umskering Kristusar –

3