bein
26 versir um "bein"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Ezekiel 37:1 Ezekiel
Hond HARRANS kom yvir meg, og HARRIN fór í Andanum út við mær og setti meg niður mitt í dalinum; hann var fullur av beinum.
Ezekiel 37:2 Ezekiel
Hann leiddi meg rundan um tey, og eg sá, at tey lógu har í stórari nøgd um allan dalin; tey vóru heilt uppturkað.
Ezekiel 37:3 Ezekiel
So segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Munnu hesi bein fara at livna upp aftur?“ Eg svaraði: „Harri HARRI – Tú veitst tað!“
Ezekiel 37:4 Ezekiel
Tá segði Hann við meg: „Profetera um hesi bein og sig við tey: Tit turru bein! Hoyrið orð HARRANS!
Ezekiel 37:5 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN við hesi bein: Eg lati anda koma í tykkum, og tit skulu verða livandi.
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini
Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!
Orðtøkini 3:8 Orðtøkini
Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.
Orðtøkini 15:30 Orðtøkini
Mild eygu gleða hjartað; góð tíðindi geva merg í beinini.
Sálmarnir 51:8 Sálmarnir
Tú elskar jú sannleik innast í hjartanum – so lær meg tá vísdóm í hjartadýpinum!
Orðtøkini 14:30 Orðtøkini
Spakført hjarta er lív likamsins, men illsinni er rot í beinunum.
Orðtøkini 16:24 Orðtøkini
Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót.
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.
Fyrsta Mósebók 2:23 Fyrsta Mósebók
Tá segði Ádam: „Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin.“
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Job 40:18 Job
Hann óttast ikki, um so áarføri kemur; hann er tryggur, um so sjálvur Jordan fossar fram móti gapi hansara.
Sálmarnir 34:20 Sálmarnir
Mangar eru vanlukkur hins rættvísa, men HARRIN bjargar honum úr teimum øllum;
Esaias 58:11 Esaias
HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.
Fyrsta Mósebók 50:25 Fyrsta Mósebók
Og Jósef tók eið av sonum Ísraels og segði: „Táið nú Gud sær til tykkara, førið tá bein míni burtur hiðani!“
Onnur Mósebók 13:19 Onnur Mósebók
Móses tók bein Jósefs við sær; Jósef hevði jú tikið eið av sonum Ísraels og sagt: „Táið Gud nú vitjar tykkum, flytið tá bein míni við tykkum hiðani!“
Job 10:8 Job
Hendur Tínar hava virkað meg og gjørt meg í einum og øllum – og nú forkemur Tú mær!
Job 10:9 Job
Minst, at Tú myndaði meg sum leirið – og nú ætlar Tú at gera meg til mold aftur!
Job 10:10 Job
Hevur Tú ikki helt meg út sum mjólk og latið meg leypa sum ost!
Job 10:11 Job
Við húð og holdi klæddi Tú meg og flættaði meg saman við beinum og sinum.
Job 10:12 Job
Lív og náði veitti Tú mær, og umsorgan Tín varðveitti andadrátt mín.
Sálmarnir 32:3 Sálmarnir
So leingi sum eg tagdi, tærdust bein míni burtur, og eg gav meg líðilangan dagin;