basiliskur
9 versir um "basiliskur"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 14:29 Esaias
Gleð teg ikki, alt Filistaraland, fyri tað at stavurin, ið sló teg, er brotnaður! Tí av rót høggormsins skal koma basiliskur, og ávøkstur hansara verður flogdreki!
Esaias 11:8 Esaias
Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins.
Esaias 59:5 Esaias
Ormaegg klekja tey út, og eiturfon veva tey; tann, ið etur av eggum teirra, doyr, og verður eitt teirra kroyst sundur, skríður eiturormur úr tí.
Orðtøkini 23:32 Orðtøkini
– At endanum bítur tað sum ormur og høggur sum høggormur;
Jeremias 8:17 Jeremias
Tí Eg sendi ormar ímóti tykkum, høggormar, sum ikki batar at gykla; og teir skulu bíta tykkum – sigur HARRIN.
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Fyrsta Mósebók 49:17 Fyrsta Mósebók
Dan skal verða ormur á vegnum, høggormur á gøtuni, sum bítur hestin í fótin, so hann, ið á honum situr, dettur aftur av.
Esaias 27:1 Esaias
Tann dag skal HARRIN við svørði Sínum, hinum harða, stóra og sterka, heimsøkja Livjatan, hin kvika orm, Livjatan, ormin, ið ringist, og drepa ódýrið í sjónum.
Opinberingin 12:9 Opinberingin
Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.