barnaveitslur
27 versir um "barnaveitslur"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Lukas 1:41 Lukas
Táið tá Elisabet hoyrdi heilsu Mariu, spældi fostrið í lívi hennara. Og Elisabet fyltist av Heilaga Andanum,
Lukas 1:42 Lukas
rópti hart og segði: „Signað ert tú millum kvinnur, og signað er lívsfrukt tín!
Lukas 1:43 Lukas
Hvussu hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur til mín?
Lukas 1:44 Lukas
Tí veitst tú – í tí eg hoyrdi ljóðið av heilsu tíni, spældi fostrið av frøi í lívi mínum!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.
Fyrra Sámuelsbók 1:27 Fyrra Sámuelsbók
Henda drongin var tað, eg bað um, og HARRIN gav mær tað, ið eg bað Hann um.
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Esaias 44:2 Esaias
So sigur HARRIN, sum skapti teg og úr móðurlívi myndaði teg – Hann, sum hjálpir tær: Óttast ikki, Jákup, tænari Mín, Jesurun*, sum Eg havi útvalt!
Matteus 19:14 Matteus
Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“
Lukas 2:7 Lukas
Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum.
Fyrsta Mósebók 33:5 Fyrsta Mósebók
Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja kvinnurnar og børnini, segði hann: „Hvørji eru hesi, ið tú hevur her?“ Hann svaraði: „Hetta eru børnini, ið Gud hevur unt tænara tínum!“
Onnur Mósebók 2:2 Onnur Mósebók
Og kvinnan varð við barn og átti son. Táið hon sá, at barnið var vakurt, hevði hon hann krógvaðan í tríggjar mánaðir.
Onnur Mósebók 2:3 Onnur Mósebók
Men táið hon ikki fekk krógvað hann longur, tók hon kistu av røri, tætti hana við jørðbiki og tjøru, legði so drongin í hana og setti hana í sevið við áarbakkan.
Fyrra Sámuelsbók 1:28 Fyrra Sámuelsbók
Tí gevi eg nú HARRANUM hann aftur; so leingi sum hann livir, skal hann vera HARRANUM givin!“ – Og tey tilbóðu HARRAN har.
Esaias 44:24 Esaias
So sigur HARRIN, frelsari tín, Hann, sum longu í móðurlívi skapti teg: Eg eri HARRIN, sum ger alt, sum einsamallur tandi út himmalin og breiddi út jørðina – hvør hjálpti Mær! –
Esaias 49:15 Esaias
– Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!
Lukas 2:6 Lukas
Meðan tey nú vóru har, kom tíðin, at hon skuldi eiga.
Lukas 18:15 Lukas
Tey bóru eisini hini smáu børnini til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men táið lærisveinarnir sóu tað, høvdu teir at teimum.
Lukas 18:16 Lukas
Men Jesus kallaði tey til Sín og segði: „Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.
Lukas 18:17 Lukas
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti ríki Guds eins og barnið, skal als ikki koma inn í tað.“