barnauppihald
9 versir um "barnauppihald"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.
Seinna Korintbrævið 12:14 Seinna Korintbrævið
Hyggið, nú standi eg til reiðar at koma til tykkara triðju ferð, og eg skal ikki falla tykkum til byrði; tí eg søki ikki tað, sum tit eiga, men tykkum sjálvar – tað eru jú ikki børnini, ið skulu savna til foreldrini, men foreldrini, ið skulu savna til børnini.
Zakarias 11:17 Zakarias
Vei hinum ringa hirða, ið rýmir frá seyðinum! Svørð yvir arm hansara og høgra eyga hansara! Armur hansara skal visna burtur, og høgra eyga hansara skal verða starblint!“
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Lukas 11:11 Lukas
Hvør tykkara, sum er faðir, fer at geva syni sínum stein, táið hann biður um breyð, ella – táið hann biður um fisk – geva honum orm í staðin fyri fiskin,
Lukas 11:12 Lukas
ella – táið hann biður um egg – geva honum skorpión!
Lukas 11:13 Lukas
Vita nú tit – sum ónd eru – at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá Faðirin av Himli geva teimum Heilaga Andan, sum biðja Hann!“
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!