barnauppaling við agi
28 versir um "barnauppaling við agi"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 13:24 Orðtøkini
Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.
Hebrearabrævið 12:11 Hebrearabrævið
Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar.
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini
Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini
Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.
Orðtøkini 23:15 Orðtøkini
Sonur mín! Er hjarta títt víst, so skal eisini hjarta mítt gleðast;
Orðtøkini 22:15 Orðtøkini
Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga; revsingarkoyrilin rekur hann burtur.
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
Orðtøkini 29:15 Orðtøkini
Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.
Orðtøkini 29:17 Orðtøkini
Tykta son tín, so skal hann verða tær til gleði og lívga sál tína!
Orðtøkini 12:1 Orðtøkini
Hann, ið elskar tykt, elskar kunnskap; tann, ið hatar revsing, er býttur.
Orðtøkini 19:18 Orðtøkini
Tykta son tín, tí enn er vón – annars stílar tú eftir at volda deyða hansara!
Efesusbrævið 6:1 Efesusbrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt!
Efesusbrævið 6:2 Efesusbrævið
„Ær faðir tín og móður tína“ – hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: –
Efesusbrævið 6:3 Efesusbrævið
„fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!“
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Orðtøkini 6:23 Orðtøkini
Tí boðið er lykt, læran ljós, og revsandi áminningar eru vegur lívsins.
Orðtøkini 10:17 Orðtøkini
At akta eftir tykt er vegurin til lívið, men tann, ið vísir revsing frá sær, villist.
Orðtøkini 13:1 Orðtøkini
Vísur sonur lurtar eftir revsing faðirs síns, men spottarin leggur ikki í, um hann verður deildur.
Orðtøkini 15:5 Orðtøkini
Dárin vanvirðir tykt faðirs síns, men tann, ið aktar eftir revsing, er klókur.
Orðtøkini 15:32 Orðtøkini
Tann, ið ikki vil vita av tykt, vanvirðir lív sítt, men tann, ið lurtar eftir revsing, vinnur sær vit.
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Hebrearabrævið 12:5 Hebrearabrævið
og tit hava gloymt áminningina, ið talar við tykkum sum við børn: „Sonur mín! Vanvirð ikki tykt Harrans, verð heldur ikki mótleysur, táið tú verður revsaður av Honum!
Hebrearabrævið 12:6 Hebrearabrævið
Tí tann, ið Harrin elskar, tyktar Hann, og Hann slær harðliga hvønn tann son, ið Hann tekur Sær av.“
Hebrearabrævið 12:7 Hebrearabrævið
Tað er til uppfostran tykkara, tit tola líðingar; Gud ger við tykkum sum við synir – hvør er sonurin, ið faðirin tyktar ikki!
Hebrearabrævið 12:8 Hebrearabrævið
Eru tit uttan tykt – sum øll hava fingið part sín av – so eru tit óektabørn og ikki synir.
Hebrearabrævið 12:9 Hebrearabrævið
Framvegis: Vit høvdu eftir holdinum fedrar, sum tyktaðu okkum, og vit høvdu virðing fyri teimum; skulu vit tá ikki mangan meir vera Faðir andanna undirgivin – og liva!
Hebrearabrævið 12:10 Hebrearabrævið
Teir tyktaðu okkum jú nakrar fáar dagar, eftir tykki sínum, men Hann ger tað okkum til gagn, so vit skulu fáa lut í heilagleika Hansara.