barnaoffur
14 versir um "barnaoffur"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 18:21 Triðja Mósebók
Tú mást ikki geva avkom títt at verða ofrað til Molok; tú mást ikki vanhalga navn Guds tíns. – Eg eri HARRIN!
Fimta Mósebók 12:31 Fimta Mósebók
– Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiður, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiður.
Triðja Mósebók 20:2 Triðja Mósebók
„Sig við Ísraelsmenn: „Hendir tað, at onkur Ísraelsmaður ella onkur av teimum fremmandu, ið hjá Ísrael búgva, gevur Molok avkom sítt, so skal hann lata lív; fólkið í landinum skal steina hann.
Triðja Mósebók 20:3 Triðja Mósebók
Eg skal sjálvur seta ásjón Mína móti tí manni og týna hann úr fólki hansara, aftur fyri at hann gav Molok avkom sítt og gjørdi halgidóm Mín óreinan og vanhalgaði heilaga navn Mítt.
Triðja Mósebók 20:4 Triðja Mósebók
Um so fólkið í landinum letst ikki at síggja tað og straffar ikki slíkan mann við deyðanum, táið hann gevur Molok avkom sítt,
Triðja Mósebók 20:5 Triðja Mósebók
so skal Eg sjálvur seta ásjón Mína móti hesum manni og ætt hansara, og hann og øll tey, ið fylgja honum eftir og í trúleysum fráfalli renna eftir Molok, skal Eg týna úr fólki teirra.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Seinna Kongabók 16:3 Seinna Kongabók
nei, hann gekk somu leið sum ísraelskongar, ja, hann læt enntá son sín ganga gjøgnum eldin, eftir hinum viðurstyggiligu siðum tjóðanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum.
Seinna Kongabók 21:6 Seinna Kongabók
Hann læt son sín ganga gjøgnum eldin, fekst við spádóm og gand, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.
Seinna Kongabók 23:10 Seinna Kongabók
Hann vanhalgaði eisini Tofet* í Hinnomssonardali, so at eingin skuldi lata son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin fyri Molok.
Jeremias 7:31 Jeremias
Teir hava bygt Tofethæddir í Hinnomssonardali, til at brenna synir og døtur sínar á – slíkt, sum Eg ikki havi álagt teimum, og sum aldri hevur verið Mær í huga!
Jeremias 32:35 Jeremias
Teir bygdu Ba’al offurheyggjar í Hinnomssonardali, til at lata synir og døtur sínar ganga gjøgnum eldin fyri Molok – slíkt, sum Eg einki boð hevði givið teimum um, og sum aldri hevði verið Mær í huga – at teir skuldu gera nakað so viðurstyggiligt. Soleiðis fingu teir Juda at synda.
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,