barnamorð

26 versir um "barnamorð"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 2:16 Matteus

Táið Heródes nú sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann ógvuliga illur og sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allastaðni har um vegir, sum vóru tvey ár og minni, eftir tíðini, ið vísmenninir høvdu sagt honum.

9
Matteus 2:17 Matteus

Tá gekk tað út, sum talað er við Jeremiasi profeti, ið sigur:

9
Matteus 2:18 Matteus

„Rødd hoyrdist í Rama, eymkan og grátur og stór sorg; Rakul græt um børn síni og vildi ikki lata seg ugga; tí tey eru ikki longur.“

9
Ápostlasøgan 7:19 Ápostlasøgan

Hann nýtti svik móti fólki okkara, fór illa við fedrum okkara og noyddi tey at seta út nýføddu børn síni, so tey skuldu ikki koma at liva.

7
Onnur Mósebók 1:15 Onnur Mósebók

Kongurin í Egyptalandi segði nú við tær hebraisku jarðarmøðurnar – onnur teirra æt Sifra, og onnur Pua:

5
Onnur Mósebók 1:16 Onnur Mósebók

„Táið tit hjálpa teimum hebraisku kvinnunum at eiga, ansið tá væl eftir, táið barnið kemur! Er tað drongur, so drepið hann, men er tað genta, so kann hon liva!“

5
Esaias 13:16 Esaias

Smáu børn teirra skulu verða sorað fyri eygum teirra, húsini rænd, kvinnurnar neyðtiknar.

5
Jeremias 31:15 Jeremias

So sigur HARRIN: Rødd hoyrist í Rama, venan og sárur grátur; Rakul grætur um børn síni; hon vil ikki lata seg troysta eftir børn síni; tí tey eru ikki til longur.

5
Onnur Mósebók 12:29 Onnur Mósebók

So um midnátt drap HARRIN alt frumborið í Egyptalandi, líka frá hinum frumborna hjá Farao, sum í hásætinum sat, til hin frumborna hjá fanganum, sum sat í fangahúsinum, og alt frumborið av fænum.

4
Fyrra Sámuelsbók 15:3 Fyrra Sámuelsbók

Far nú og vinn sigur á Amalek! Tú skalt sláa við banni teir og alt, ið teir eiga – spar tey ikki, men drep bæði menn og kvinnur, børn og bróstabørn, neyt og seyð, kamelar og esil!“

4
Seinna Kongabók 15:16 Seinna Kongabók

Úr Tirza herjaði Menahem um hesa tíðina Tifsa og alt, ið har var, og alt landið har rundanum; hann herjaði býin, aftur fyri at hann hevði ikki latið portrini upp fyri honum; allar barnakonur har læt hann kryvja.

4
Sálmarnir 137:9 Sálmarnir

Sælur er tann, ið tekur speðbørn tíni og sorar tey móti klettinum!

4
Fjórða Mósebók 31:17 Fjórða Mósebók

Drepið tí nú øll dreingjabørn og allar kvinnur, ið hava havt við mann at gera!

3
Sálmarnir 135:8 Sálmarnir

Hann sló hinar frumbornu Egyptalands, bæði fólk og fæ,

3
Sálmarnir 136:10 Sálmarnir

Honum, sum sló Egyptar í frumbornu teirra, tí náði Hansara varir í allar ævir;

3
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drepa.

2
Seinna Kongabók 16:3 Seinna Kongabók

nei, hann gekk somu leið sum ísraelskongar, ja, hann læt enntá son sín ganga gjøgnum eldin, eftir hinum viðurstyggiligu siðum tjóðanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum.

2
Seinna Kongabók 21:6 Seinna Kongabók

Hann læt son sín ganga gjøgnum eldin, fekst við spádóm og gand, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.

2
Sálmarnir 137:8 Sálmarnir

Dóttir Bábels, oyðari tín! Sælur er tann, ið lønir tær gerðina, ið tú gjørdi okkum!

2
Hoseas 9:11 Hoseas

Dýrd Efra’ims skal flúgva burt eins og fuglur – eingin skal har eiga barn ella ganga við barni ella verða við barn.

2
Hoseas 9:12 Hoseas

Ja, um tey so uppfostra sær børn, skal Eg gera tey barnleys, so einki menniskja verður eftir – tí vei teimum, táið Eg vendi teimum bakið!

2
Hoseas 9:13 Hoseas

Efra’im er tað, sum Eg havi sæð Týrus vera, plantað á ong – men Efra’im noyðist at leiða børn síni út til bøðilin.

2
Hoseas 9:14 Hoseas

Gev teimum, HARRI – ja, hvat skalt Tú geva teimum? Gev teimum móðurlív, ið hitta reis, og mjólkarleys bróst!

2
Hoseas 9:15 Hoseas

Allur óndskapur teirra er savnaður í Gilgal; ja, har havi Eg fingið hatur til teirra; aftur fyri ónda atburð teirra skal Eg reka tey burt úr húsi Mínum; Eg skal ikki elska tey longur, tí allir høvdingar teirra seta seg upp móti Mær.

2
Hoseas 9:16 Hoseas

Efra’im er ormetin; rót teirra er uppturkað, ávøkst skulu tey ikki bera; um so tey fáa børn, skal Eg drepa dýru lívsfrukt teirra.

2
Amos 1:13 Amos

So sigur HARRIN: Aftur fyri at Ammonitar trífalt hava misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir kruvdu kvinnurnar í Gilead, sum vóru við barn – fyri at vinna sær meiri land –

2