barnaføðing
115 versir um "barnaføðing"
Versir
Síða 1 av 3Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Fyrsta Mósebók 3:16 Fyrsta Mósebók
Við kvinnuna segði Hann: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“
Fyrra Timoteusarbrævið 2:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði.
Fyrsta Mósebók 30:22 Fyrsta Mósebók
Gud mintist nú Rakul; Gud bønhoyrdi hana og opnaði móðurlív hennara.
Fimta Mósebók 7:14 Fimta Mósebók
Signað skalt tú vera fram um øll onnur fólk; eingin skal vera ófruktbarur hjá tær, hvørki maður ella kvinna, ei heldur fæ títt.
Fimta Mósebók 7:15 Fimta Mósebók
HARRIN skal halda alla sjúku burtur frá tær; onga av óndu sjúkum Egyptalands, sum tú kennir, skal Hann leggja á teg – nei, Hann skal leggja tær á øll tey, ið hata teg.
Fimta Mósebók 7:16 Fimta Mósebók
Øll fólkini, ið HARRIN Gud tín gevur í hendur tínar, skalt tú týna – tú mást ikki spara tey. Tú mást ikki dýrka gudar teirra, tí tað verður tær snerra.
Fimta Mósebók 7:17 Fimta Mósebók
Men hugsar tú sum so: „Hesi fólk eru størri enn eg – hvussu skal eg vera mentur at reka tey út!“
Fimta Mósebók 7:18 Fimta Mósebók
– so ræðst tey ikki, men minst tað, ið HARRIN Gud tín gjørdi við Farao og allar Egyptar,
Fyrra Korintbrævið 7:28 Fyrra Korintbrævið
Men um so er, at tú giftist, syndar tú ikki, og um hin ógifta kvinnan giftist, syndar hon ikki; tó koma slík at fáa trongd í holdinum – men eg vildi spart tykkum.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Ádam varð jú skaptur fyrr, so Eva.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Og Ádam varð ikki dáraður, men kvinnan varð dárað og fall í brot.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí vil eg, at ungar einkjur skulu giftast, eiga børn, stýra húsi, einki høvi geva mótstøðumanninum til at háða.
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók
Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Fyrsta Mósebók 2:18 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN segði nú: „Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.“
Sálmarnir 113:9 Sálmarnir
Hann, sum letur hina ófruktbøru konu sita sum glaða barnamóður! – Halleluja!
Sálmarnir 128:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Sælur er hvør tann, ið óttast HARRAN og gongur leiðir Hansara!
Sálmarnir 128:2 Sálmarnir
Ávøkst handaverks tíns skalt tú njóta; sælur ert tú, og væl gongst tær!
Sálmarnir 128:3 Sálmarnir
Kona tín er sum fruktbart víntræ inni í húsi tínum, børn tíni eru sum oljukvistar rundan um borð títt.
Sálmarnir 128:4 Sálmarnir
Ja, soleiðis verður tann maður signaður, sum óttast HARRAN.
Lukas 1:14 Lukas
Hann skal verða tær til gleði og frøi, og mong skulu gleðast um, at hann er føddur.
Lukas 1:15 Lukas
Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi.
Lukas 1:16 Lukas
Mong av børnum Ísraels skal hann umvenda til Harran Gud teirra.
Lukas 1:17 Lukas
Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.“
Lukas 1:18 Lukas
Tá segði Zakarias við eingilin: „Av hvørjum skal eg vita hetta? Eg eri jú gamal, og kona mín er væl við aldur!“
Lukas 1:19 Lukas
Eingilin svaraði honum: „Eg eri Gabriel, sum standi fyri ásjón Guds, og eg eri sendur út at tala við teg og bera tær hesi gleðiboð.
Lukas 1:20 Lukas
Og nú skalt tú verða málleysur og ikki fáa talað, inntil tann dag hetta hendir – aftur fyri at tú trúði ikki orðum mínum, sum tó skulu ganga út á tíð síni.“
Lukas 1:21 Lukas
Fólkið stóð og bíðaði eftir Zakariasi; og tey undraðust á, at hann varð so leingi í templinum.
Lukas 1:22 Lukas
Táið hann nú kom út, fekk hann ikki talað til teirra; tey skiltu tá, at hann hevði sæð sjón í templinum. Og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur.
Lukas 1:23 Lukas
Táið so tænastutíð hansara var at enda, fór hann heim til sín sjálvs.
Lukas 1:24 Lukas
Men eftir hesar dagar varð Elisabet, kona hansara, við barn; og hon helt seg fjalda fimm mánaðir og segði:
Lukas 1:25 Lukas
„So hevur Harrin gjørt við meg, teir dagar Hann sá til mín, at taka burt vanæru mína millum menniskjuni!“
Lukas 1:26 Lukas
Í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Gudi til bý í Galilea, sum eitur Nazaret,
Lukas 1:27 Lukas
til moyggj, sum var trúlovað við manni, ið æt Jósef, av húsi Dávids; moyggin æt Maria.
Lukas 1:28 Lukas
Eingilin kom inn til hennara og segði: „Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!“
Lukas 1:29 Lukas
Ræðsla fall á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsa mundi hava at týða.
Lukas 1:30 Lukas
Tá segði eingilin við hana: „Óttast ikki, Maria! Tú hevur funnið náði hjá Gudi.
Lukas 1:31 Lukas
Nú skalt tú verða við barn og eiga son; Hann skalt tú kalla Jesus.
Lukas 1:32 Lukas
Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta; og Gud Harrin skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara.
Lukas 1:33 Lukas
Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.“
Lukas 1:34 Lukas
Tá segði Maria við eingilin: „Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?“
Lukas 1:35 Lukas
Eingilin svaraði henni: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.
Lukas 1:36 Lukas
Og nú, Elisabet, skyldkona tín – eisini hon er vorðin við barn og gongur við syni í elli síni; hesin mánaður er hin sætti hjá henni, ið kallað verður ófruktbør.
Lukas 1:37 Lukas
Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Lukas 1:38 Lukas
Tá segði Maria: „Eg eri tænastukvinna Harrans – mær verði, sum tú hevur sagt!“ So fór eingilin frá henni.