barna-trúgv

16 versir um "barna-trúgv"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 18:3 Matteus

og segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Venda tit ikki við og verða sum børn, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis.

7
Matteus 19:14 Matteus

Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“

6
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.

5
Lukas 18:17 Lukas

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti ríki Guds eins og barnið, skal als ikki koma inn í tað.“

5
Sálmarnir 8:2 Sálmarnir

HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina, Tú, sum hevur breitt út dýrd Tína yvir himmalin!

4
Markus 10:13 Markus

Tey bóru smá børn til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men lærisveinarnir høvdu at teimum, ið bóru tey.

4
Markus 10:14 Markus

Táið Jesus sá tað, varð Hann vreiður og segði við teir: „Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.

4
Markus 10:15 Markus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað.“

4
Markus 10:16 Markus

So tók Hann tey í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey.

4
Matteus 18:4 Matteus

Tann, sum tí ger seg lítlan sum hetta barn, er hin størsti í ríki Himmiríkis.

2
Matteus 18:6 Matteus

Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva á Meg, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins.

2
Matteus 21:15 Matteus

Táið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu undurverkini, ið Hann gjørdi, og børnini, sum róptu í templinum: „Hosianna, sonur Dávids!“ vórðu teir illir og søgdu við Hann:

2
Matteus 21:16 Matteus

„Hoyrir Tú, hvat hesi siga!“ Tá svaraði Jesus teimum: „Ja, hava tit aldri lisið hetta: „Av munni barna og bróstabarna hevur Tú fullkomið Tær lovsong“?“

2
Fyrra Korintbrævið 14:20 Fyrra Korintbrævið

Brøður! Verið ikki børn í viti! Verið børn í óndskapi, men verið fullvaksnir í viti!

2
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið

Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!

2
Fyrra Pætursbrævið 2:2 Fyrra Pætursbrævið

Tráið – eins og nýfødd børn – eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu

2