barn føtt uttan fyri hjúnalag
7 versir um "barn føtt uttan fyri hjúnalag"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 23:2 Fimta Mósebók
Eingin, sum er føddur í hori, má vera í samkomu HARRANS – nei, ikki í tíggjunda liði mugu eftirkomarar hansara vera í samkomu HARRANS!
Hebrearabrævið 12:8 Hebrearabrævið
Eru tit uttan tykt – sum øll hava fingið part sín av – so eru tit óektabørn og ikki synir.
Onnur Mósebók 22:22 Onnur Mósebók
Einkjum og faðirleysum mugu tit ikki fara illa við.
Fyrra Kongabók 3:26 Fyrra Kongabók
Tá segði kvinnan, sum var móðir barnsins, ið livdi, við kongin – tí hjarta hennara brendi fyri barninum – hon segði: „Hoyr meg, harri! Lat hana fáa hetta barnið, sum livir – drep tað endiliga ikki!“ Men hin segði: „Hvørki eg ella tú skal hava tað – høggið tað bert sundur!“
Fyrra Kongabók 3:27 Fyrra Kongabók
Nú tók kongurin til orða og segði: „Fáið hasari barnið, sum livir, og drepið tað ikki – hon er móðir tess!“
Fyrra Kongabók 3:28 Fyrra Kongabók
Táið nú alt Ísrael fekk at hoyra um henda dóm, ið kongurin hevði felt, fingu tey virðingarótta fyri konginum; tí tey sóu, at vísdómur Guds var í hjarta hansara til at døma beint.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!