babl
18 versir um "babl"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 6:7 Matteus
Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.
Seinna Timoteusarbrævið 2:16 Seinna Timoteusarbrævið
Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi,
Orðtøkini 10:19 Orðtøkini
Har sum nógv orð eru, tvørrar ikki synd, men tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, er klókur.
Orðtøkini 15:2 Orðtøkini
Kunnskapur drýpur av tungu hinna vísu, men muður dáranna letur streyma út dárskap.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:20 Fyrra Timoteusarbrævið
Á, Timoteus! Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga, tóma tosi og mótstøðu „kunnskaparins“ – sum tað av órøttum verður kallað,
Prædikarin 5:3 Prædikarin
Lovar tú Gudi okkurt, so drála ikki at uppfylla tað. Tí Honum líkar ikki dárar; halt tað, ið tú lovar!
Orðtøkini 10:8 Orðtøkini
Tann, ið hevur vísdóm í hjartanum, tekur við boðum, men tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar.
Prædikarin 10:14 Prædikarin
Og dárin er orðaríkur, tóat menniskjað veit ikki, hvat ið fer at henda; tað, ið fer at henda eftir hann – hvør sigur honum tað!
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Jákupsbrævið 3:6 Jákupsbrævið
Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva!
Orðtøkini 14:23 Orðtøkini
Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt, men tómt tos voldir einki uttan tap.
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið
Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.
Orðtøkini 10:10 Orðtøkini
Tann, ið blunkar við eyganum, voldir ilt, og tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar.
Orðtøkini 12:23 Orðtøkini
Hin klóki dylur kunnskap sín, men hjarta dáranna rópar út dárskap sín.
Orðtøkini 17:28 Orðtøkini
Um tað so er dárin, verður hann roknaður fyri vísmann, táið hann tegir, og fyri vitigan mann, táið hann heldur munnin saman.
Fyrra Korintbrævið 14:9 Fyrra Korintbrævið
– So við tykkum eisini: Bera tit ikki fram skilliga talu við tungu tykkara, hvussu skal tá nakar skilja tað, sum sagt verður! Tá tala tit jú burt í luftina!
Titusarbrævið 1:10 Titusarbrævið
Tí mong eru, sum ikki vilja vita av ræði, sum fara við tómum tosi og leiða í villu; serliga eru tað tey av umskeringini.
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið
Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!