Babilon
44 versir um "Babilon"
Versir
Síða 1 av 1Opinberingin 17:1 Opinberingin
Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði: „Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum,
Opinberingin 17:2 Opinberingin
sum kongar jarðarinnar hava drivið hor við – teir, ið á jørðini búgva, eru vorðnir druknir av víni horulevnaðs hennara!“
Opinberingin 17:3 Opinberingin
So fór hann við mær út í oyðimørk – í andanum. Har sá eg kvinnu; hon sat á skarlaksreyðum dýri, sum var fult av nøvnum gudsspottanar; dýrið hevði sjey høvd og tíggju horn.
Opinberingin 17:4 Opinberingin
Kvinnan var klædd í purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum; í hondini hevði hon gullbikar, fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns.
Opinberingin 17:5 Opinberingin
Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: „Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.“
Opinberingin 17:6 Opinberingin
Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana.
Opinberingin 17:7 Opinberingin
Eingilin segði við meg: „Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndarmál kvinnunnar, og dýrsins, ið hon situr á, og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini.
Opinberingin 17:8 Opinberingin
Dýrið, ið tú sást, hevur verið – og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva – tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins – skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var – og er ikki – og skal koma.
Opinberingin 17:9 Opinberingin
Her ræður um vitið, ið hevur vísdóm! Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á;
Opinberingin 17:10 Opinberingin
tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð.
Opinberingin 17:11 Opinberingin
Dýrið, sum var – og er ikki – er sjálvt hin áttandi og er eisini ein av hinum sjey – og fer burtur til fortaping.
Opinberingin 17:12 Opinberingin
Hini tíggju hornini, ið tú sást, eru tíggju kongar, sum ikki hava fingið kongadømi enn, men fáa vald sum kongar ein tíma – saman við dýrinum.
Opinberingin 17:13 Opinberingin
Teir hava allir sama sinni, og mátt sín og vald sítt geva teir dýrinum.
Opinberingin 17:14 Opinberingin
Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra – tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu – tí tað er Harri harra og Kongur konga.“
Opinberingin 17:15 Opinberingin
Hann segði við meg: „Vøtnini, ið tú sást – har sum skøkjan situr – eru fólk, skarar, fólkasløg og tungumál.
Opinberingin 17:16 Opinberingin
Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið – hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp.
Opinberingin 17:17 Opinberingin
Tí Gud hevur givið teimum í hjarta at fullføra hugsan Sína og at gera eftir einum og sama sinni – geva dýrinum kongavald teirra, inntil orð Guds eru fullførd.
Opinberingin 17:18 Opinberingin
Kvinnan, ið tú sást, er hin stóri staður, ið hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar.“
Fyrsta Mósebók 10:10 Fyrsta Mósebók
Upphavið at ríki hansara var Bábel, Erek, Akkad og Kalne í Sinearslandi.
Opinberingin 16:19 Opinberingin
Hin stóri staður fór í tríggjar partar, og býir tjóðanna fullu; og Gud mintist hitt stóra Bábylon – at geva tí vínbikar strongu vreiði Sínar.
Opinberingin 18:1 Opinberingin
Síðani sá eg annan eingil koma niður av himli; hann hevði stórt vald, og jørðin lýstist upp av dýrd hansara.
Opinberingin 18:2 Opinberingin
Hann rópti við veldigari, harðari rødd: „Fallin, fallin er Bábylon hin stóra! Hon er vorðin bústaður ilra anda, fangahús alskyns óreina anda og fangahús alskyns óreina og viðurstyggiliga fugla.
Opinberingin 18:3 Opinberingin
Tí av vreiðivíni horulevnaðs hennara hava øll fólkasløg drukkið; kongar jarðarinnar hava drivið hor við henni, og keypmenn jarðarinnar eru vorðnir ríkir av fylling ólevnaðs hennara.“
Opinberingin 18:4 Opinberingin
Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: „Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!
Opinberingin 18:5 Opinberingin
Tí syndir hennara røkka líka upp til Himmals, og Gud hevur minst órættvísi hennara.
Opinberingin 18:6 Opinberingin
Lønið henni aftur, sum hon hevur lønt, ja, gjaldið henni tvífalt eftir verkum hennara, skeinkið henni dupult so nógv í bikarið, sum hon hevur skonkt!
Opinberingin 18:7 Opinberingin
So nógv sum hon hevur sett seg sjálva høgt og livað í ólevnaði – gevið henni so nógv av pínu og sorg! Aftur fyri at hon sigur í hjartanum: „Eg siti sum drotning og eri ikki einkja – sorg skal eg aldri síggja!“
Opinberingin 18:8 Opinberingin
so skulu á einum degi plágur hennara koma: Deyði, sorg og hungur! Hon skal verða brend upp; tí sterkur er Harrin Gud, sum hevur dømt hana.
Opinberingin 18:9 Opinberingin
Kongar jarðarinnar, sum hava drivið hor við henni og livað í ólevnaði við henni, skulu gráta og vena seg um hana, táið teir síggja roykin av bruna hennara.
Opinberingin 18:10 Opinberingin
Teir skulu standa langt burtur av ræðslu fyri pínu hennara, og teir skulu siga: „Vei, vei, tú stóri staður, Bábylon, tú sterki staður, at dómur tín er komin á einum tíma!“
Opinberingin 18:11 Opinberingin
Keypmenn jarðarinnar skulu gráta og syrgja um hana, tí eingin longur keypir skipsfarmar teirra
Opinberingin 18:12 Opinberingin
– farmar av gulli, silvuri, dýrum steinum, perlum, fínum línklæði, purpuri, silki, skarlaki, alskyns angandi viði, alskyns íløtum av fílabeini, alskyns íløtum av dýrum viði, kopari, jarni og marmori
Opinberingin 18:13 Opinberingin
– farmar av kaneli, dýrari salvu, roykilsi, myrra, viraki, víni, olju, fínum mjøli, hveiti, neytum, seyði, rossum, vagnum, trælum – og menniskjasálum!
Opinberingin 18:14 Opinberingin
Ávøksturin, ið sál tín tráaði eftir, er farin frá tær; alt góðgætið og alt hitt glitrandi er horvið frá tær – og aldri skal nakar finna tað aftur!
Opinberingin 18:15 Opinberingin
Teir, ið handlaðu við hesum – og eru vorðnir ríkir av henni! – skulu standa langt burtur av ræðslu fyri pínu hennara, gráta og syrgja og siga:
Opinberingin 18:16 Opinberingin
„Vei, vei! Hin stóri staður, sum klæddur var í fínt lín, purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum – at á einum tíma so stórur ríkdómur er lagdur í oyði!“
Opinberingin 18:17 Opinberingin
Og hvør stýrimaður, hvør skipari og allir sjómenn – allir, ið hava virki sítt á sjónum – stóðu langt burtur;
Opinberingin 18:18 Opinberingin
táið teir sóu roykin av bruna hennara, róptu teir og søgdu: „Hvat kundi metast javnt við hin stóra stað!“
Opinberingin 18:19 Opinberingin
Teir stroyddu mold á høvd síni og róptu við gráti og sorg og søgdu: „Vei, vei, hin stóri staður! – Í honum gjørdust allir teir ríkir, sum hava skip á sjónum – av skattum hansara! Á einum tíma er hann lagdur í oyði!“
Opinberingin 18:20 Opinberingin
Fegnast yvir henni, Himmal – og tit heilagu, tit ápostlar og profetar – at Gud hevur hildið dóm yvir henni fyri tykkum!“
Opinberingin 18:21 Opinberingin
Veldigur eingil tók stóran stein – sum stóran kvarnarstein – kastaði hann í havið og segði: „Soleiðis skal Bábylon, hin stóri staður, alt í einum verða kollveltur – og ikki verða at finna longur!
Opinberingin 18:22 Opinberingin
Ljóð av hørpuspælarum, sangarum, floytublásarum og lúðurblásarum skal ikki hoyrast meiri í tær; eingin listarmaður í nakrari list skal finnast meiri í tær; ljóð av kvørn skal ikki hoyrast meiri í tær;
Opinberingin 18:23 Opinberingin
ljós av lampu skal ikki skína meiri í tær; rødd brúðgóms og brúðar skal ikki hoyrast meiri í tær – tí keypmenn tínir vóru stórmenn jarðarinnar, av tí at øll fólkasløg vórðu villleidd av gandi tínum!
Opinberingin 18:24 Opinberingin
– Í henni varð funnið blóð profeta og heilagra – og alra teirra, ið myrd eru á jørðini!“